Aðalfundur verður 15. apríl

Árligi aðalfundurin hjá Djóraverndarfelagnum verður leygardagin 15. apríl 2023 kl 14.00, í R C Effersøesgøtu 17 (í hølunum hjá Koyr.fo)

Djóraverndarfelagið bjóðar ein drekkamun og okkurt afturvið.

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

• Vælkomin

• Framløga av ársfrágreiðing

• Framløga av roknskapi

• Innkomin mál

• Nevndarval

• Orðið er frítt

Aftaná fundin verður áhugaverd framløga av djóralækna um ymsar lívstílssjúkur hjá hundum og kettum, og hvussu hesar kunnu fyribyrgjast.

Um tú ynskir eitt evni/mál á skrá, ella tú ynskir at stilla upp til nevnd, ber til at skriva ein teldupost til dvf@dvf.fo. Hetta skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi 13. apríl 2023

Vit vilja minna á, at fyri at hava atkvøðurætt skal ein vera limur. Til ber at tekna teg sum lim á fundinum, ella umvegis heimasíðuna.

Øll eru hjartaliga vælkomin á aðalfund, og vit vóna, at síggja fleiri kend umframt nýggj andlit :)

Previous
Previous

Vælkomin á aðalfund 2. mars

Next
Next

Trupulleiki við útiløgukettlingum