Djóravistið
Í nógv ár hevur Djóraverndarfelagið arbeitt fyri at fáa eitt djóravist, har vit kunnu húsa teimum djórunum, ið hava tørv á hjálp.
Arbeiðið hevur verið langt og drúgt, men nú eru vit endiliga komin so mikið langt at vit hava fingið samtykt matrikkul at byggja djóravistið á. Faktiskt hava vit fingið ikki bara ein matrikkul - men heili tveir matrikklar!
Tórshavnar Kommuna hevur víst á matr. 1078 í Vika, og Vága Kommuna hevur víst á økið kring ríðihøllina í Miðvági. Tað skal kannast væl og virðiliga, hvat er betra loysnin, og avgerð takast um endaliga staðseting í næstum.
Fyri at lyfta hesa risa verkætlan varð samtykt á aðalfundi í 2025, at seta á stovn ein sjálvsognarstovn. Hesin sjálvsognarstovnur verður ein systirfelagsskapur hjá Djóraverndarfelagnum, men fer at virka sjálvstøðugt og hava fullan ræðisrætt á egnum málum.
Seinast uppdatera: februar 2026