Politikkur

Hvussu arbeiða vit?

Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at breiða út kunning til borgaran um djórahald og trivnaða, umframt at ráðgeva myndugleikum, felagsskapum og einstaklingum í spurningum um djóravælferð. Virksemi okkara fevnir um alt Føroyar.

Vit arbeiða fyri at føroyska lóggávan innan djóravernd skal virka fyri djórini fyrst og fremst. Í hesum sambandi ynskja vit at betra um lóggávuna, so hon er greið og ítøkilig og fevnir um øll tey vanligu djórasløgini. Í løtuni vanta tað fleiri kunngerðir í lóguni, sum vit arbeiða fyri at fáa gjørdar og settar í gildi.

Djóraverndarfelagið er manna av ymsum fólkum við líka ymsum førleikum. Sama fyri okkum øll er tó, at vit vilja virka fyri djórini, og hava vit ikki neyðugu vitanina innan ávíst øki, søkja vit okkum hana, umframt at vit altíð royna at hava eitt gott samstarv við myndugleikar, stovnar og fakfólk á økinum.

Heimleysar kettur vs. villkettur/útiløgukettur

Tá vit tosa um heimleysar kettur, tosa vit um kettur, sum áður hava havt ein eigara, ella hava verið vanar við fólk. Við øðrum orðum - tamar kettur. Um kettan ikki er tom, er talan um villkettur ella útiløgukettur.

Fáa vit fráboðan um heimleysa kettu, taka vit hana inn, finna henni ansing og royna skjótast gjørligt at finna henni eitt nýtt heim.

Hinvegin tekur DVF ikki vaksnar villkettur/útiløgur inn í ansing. Orsøkirnar til hetta eru:

  1. Vit hava ikki umstøðurnar til tað - hvørki fysiskar umstøður ella ansingarfólk at taka sær av teimum

  2. Tær kunnu ikki koyrast víðari í nýggj heim

Afturat hesum kemur eisini atlitið til, hvørja ávirkan hetta hevur á ketturnar. Villkettur eru villar - og trívast tí ikki inni hjá fólki.

Heldur roynir Djóraverndarfelagið at fáa skil uppá støðuna við villkettunum/útiløgunum í Føroyum. Vit hava í longri tíð nú lagt nógva orku og tíð í at fáa kommunurnar at taka ábyrgd fyri kettunum. Hetta er nakað vit arbeiða víðari uppá, og ynskja vit, at reglugerðin og mannagongdin vv. handfaringini av villkettum skal verða eins fyri allar kommunur.

Kettlingar undan villkettu/útiløgu

Tá talan er um kettlingar undan villkettum/útiløgum, so eru eisini nøkur atlit sum skulu takast. Her er tað serliga aldurin, sum dentur verður lagdur á.

Tær fyrstu 2-7 vikurnar av lívinum hjá kettlinginum er altavgerandi fyri, hvussu hann fer at mennast og seinni verða førur fyri at knýta bond til fólk og onnur djór. Hevur kettlingurin ongar royndir við fólki í hesum tíðarskeiði, verður tað tí sera trupult og ikki minst tíðar- og kostnaðarkrevjandi at venja hann við fólk. Hetta krevur sera góðar umstøður og nógva sosialisering yvir longri tíð, og sjálvt tá er eingin trygd fyri at kettan nakrantíð kann gerast nóg væl sosialisera og trygg við fólki.

Av hesum orsøkum, hava vit valt at seta grensuna við 8-vikurs aldurin, ið er samsvarandi við mark sett av djóraverndarfelagsskapum uttanlands. Hetta merkir, at villir kettlingar eldri enn 8 vikur, ikki verða koyrdir í ansing umvegis Djóraverndarfelagið.