• Ansingarfólk

    Sum ansingarfólk hjálpur tú Djóraverndarfelagnum á ein heilt serligan hátt.

    Mong djór hava tørv á einari nýggjari byrjan, og tá gera ansingarfólki hjá Djóraverndarfelagnum eitt megnar arbeiði.

    Ansingarfólk hava ongar útreiðslur av teimum djórum tey ansa.

  • Hjálparfólk

    Sum hjálparfólk hjá Djóraverndarfelagnum eru uppgávurnar nógvar og fjølbroyttar.

    Tað kann td. vera at:

    Koyra djór til og frá djóralækna

    Skriva lýsingar

    Hjálpa til við árliga tombola

    Og mangt annað!

    Sum hjálparfólk kanst tú átaka tær so nógvar ella fáar uppgávur, sum tær lystir.

  • Gevið lutir

    Mong av teimun djórunum, ið koma inn til Djóraverndarfelagið, koma inn við ongum.

    Tí taka vit sera gjarna ímóti teimum tingunum sum tykkara djór ikki hava tørv á longur.

    Td. hava vit ofta tørv á:

    Handkløð/viskustykkir, leikur, reimar/selar, hálsbond, fóður, búr, transportkassar, kettubakkar og kurvar

    Til ber eisini at lata eina peningagávu á kontu í Betri Banka: 9181-171.213.8