Okkara arbeiði

Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Vit arbeiða miðvíst fyri at menna tilvitskuna hjá fólki – børnum sum vaksnum – um djór, teirra trivna, heilsu og vælveru.

Vit hjálpa djórum í neyð.

  • Er eitt djór burturvilst, hjálpa vit eigaranum, við at lýsa eftir djórinum.

  • Verður eitt djór í neyð funnið, royna vit fyrst at finna eigaran. Eydnast tað ikki, fer djórið í ansing og haðani víðari í eitt nýtt heim til nýggjar eigarar. Hetta eydnast ofta, men tó ikki hvørjaferð.

  • Seinasta loysn er, at djórið verður avlívað. 

Vit kanna allar fráboðanir um misrøkt av djórum. Vit ringja til ábyrgdara og/ella fara á staðið at kanna støðuna. Meta vit, at tað er grundaður illgruni um djóramisrøkt, verður løgreglan tilkallað. Løgreglan metir støðuna og avgerð verður tikin, um djóralæknin skal tilkallast, samstundis sum teir meta, um sak verður gjørd í málinum.

Øll, ið fráboða til Djóraverndarfelagið um misrøkt ella annað, eru dulnevnd. Arbeiðið í Djóraverndarfelagnum er sjálvboðið og ólønt.