Viðtøkur

§ 1 Endamál og virksemi

Navnið á felagnum er Djóraverndarfelagið.

Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra um umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Vit arbeiða miðvíst fyri at menna tilvitskuna hjá fólki - børnum sum vaksnum - um djór, teirra trivnaða, heilsu og vælveru.

Vit hjálpa djórum, og taka tey upp, tá ið tey eru vilst, burturmist, eftirlatin ella av aðrari orsøk hava tørv á okkum. Er eigari av djórinum, verður djórið latið aftur til eigaran. Djór uttan eigara fara í ansing, og haðani víðari í eitt nýtt heim til nýggjan eigara. Seinasta loysn er, at djórið verður avlívað.

Vit kanna allar fráboðanir um misrøkt av djórum. Vit kunnu velja at seta okkum í samband við ábyrgdara og/ella fara á staðið at kanna støðuna. Meta vit, at tað er grundaður illgrunni um djóramisrøkt/djórapínslu, verður málið meldað til løgregluna.

Vit virka fyri, at broyta føroyska lóggávu innan djóravernd til tað, at hon skal virka fyri djórini.

§ 2 Limir

Ein og hvør, ið vil virka fyri endamálum felagsins kann gerast limur í felagnum. Hetta fevnir um einstaklingar, kommunur, stovnar, feløg o.l. Tó kann nevndin nokta limaskapi, um umsøkjarin er sekur í einari gerð, ið nevndin metir óhóskandi; m.a. brot á djóraverndarlóg og ógvuslig viðferð av djóri, ið viðkomandi hevur ábyrgd av. Eisini kann nevndin nokta limaskapi, um umsøkjarin hevur víst ósømuligan atburð mótvegis limum ella nevndarlimum felagsins.

Um mett verður, at limur ella nevndarlimur ikki longur uppfyllur treytirnar fyri limaskapi, ella hann tarnar virksemi felagsins, kann nevndin, við 2/3 í meiriluta, samtykkja at koyra hann úr felagnum. Avvarandi limur skal kunnast við orsøkina til hesa avgerð.

Ársaðalfundurin ásetir limagjaldið á hvørjum ári. Limagjaldið fyri kommunur feløg, stovnar o.t. verður at áseta serskilt.

Væntandi limagjald fyri nýtt roknskaparár verður skilt sum úrliman úr felagnum.

§ 3 Nevndin

Í nevnd felagsins sita 7 limir, ið verða valdir á aðalfundi. Harav eru 5 nevndarlimir og 2 tiltakslimir. Annað hvørt ár verða valdir 2 nevndarlimir og annað hvørt ár 3 nevndarlimir. Tiltakslimir verða valdir á hvørjum ári.

Treyt fyri at stilla upp til nevnd og fyri atkvøðurætti er galdandi limaskapur, og goldið limagjald fyri inniverandi ár. Nevndarsessur er harafturat treytaður av, at limurin ikki situr í aðrari nevnd í líknandi felagsskapi, ið kann eyðkennast sum kappingarneyti, í sama tíðarskeiði.

Eftir aðalfundin skipar nevndin seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara. Harafturat hevur nevndin rætt til at skipa seg við innan- ella uttanhýsis kassameistara.

Nevndin umboðar felagið úteftir, og hevur ábyrgd av dagligu leiðslunini í felagnum. Nevndin skipar regluligar nevndarfundir, og heldur annars fund, um tørvur er á tí. Nevndin førir gerðabók frá øllum nevndarfundum.

Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 4 nevndar- ella tiltakslimir eru møttir á fundi. Avgerðir nevndarinnar verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum við atkvøðugreiðslu, er atkvøða formansins avgerðandi.

Nevndararbeiðið er ólønt, men felagið kann standa fyri útreiðslum í samband við umboðan í áhugamálum felagsins bæði í Føroyum og uttanlands.

Til keyp, sølu ella pantseting av føstu ognum felagsins krevst undirskrift frá formanninum (í hansara stað næstformanninum), skrivaranum og tveimum nevndarlimum.

§ 4 Daglig leiðsla

Nevndin skal skipa dagligu leiðslu soleiðis, at hon umfatar endamálsorðan felagsins. Hetta kann gerast við at skipa internat og bólkar undir nevndini. Hesi liggja frítt til nevndina at skipa á tann hátt, ið hon ynskir.

Bólkar skulu skipast við einum ella fleiri nevndarlimum í hvørjum bólki. Hvør bólkur hevur endamál og ætlan fyri virksemi, og leggur fram sítt virksemi á aðalfundi. Nevndarlimir í bólkum kunna leypandi nevndina um gongdina. Setan og avtøka av bólkum er ábyrgd nevndarinnar at taka avgerð um. Bólkar arbeiða undir nevndini, og hava skyldu til at fylgja teimum mannagongdum nevndin setir. Eru ivamál hesum viðvíkjandi, hevur nevndin avgerðarrætt í gongdini hjá bólkinum. Bólkar samstarva við nevndini, og nevndin hevur skyldu at hjálpa bólkunum, tá ið teir hava tørv á tí.

§ 5 Roknskapur

Roknskaparár felagsins gongur frá 1. januar til 31. desembur. Kassameistarin hevur ábyrgd av peningi í felagnum, umframt fíggjarliga partin av dagliga virkseminum. Kassameistarin kann útveita uppgávur hesum viðvíkjandi. Kassameistarin skal í seinasta lagi 30 dagar innan ársaðalfundin lata roknskapin fyri farna árið frá sær til nevndina.

§ 6 Aðalfundur

Aðalfundur verður hildin á vári. Aðalfundurin verður lýstur við í minsta lagi 14 daga freist.

Aðalfundarskrá:

  • Vælkomin

  • Framløga av ársfrágreiðing

  • Framløga av roknskapi

  • Innkomin mál

  • Nevndarval

  • Orðið er frítt

Bert limir, ið hava goldið limagjald fyri galdandi árið, hava atkvøðurætt á aðalfundinum.

Broytingar í lógum felagsins kunnu gerast á aðalfundi við vanligum meiriluta. Uppskot til lógarbroytingar og innkomin mál, ið ynskjast løgd fyri aðalfund, mugu vera nevndini í hendi 2 dagar áðrenn aðalfundin. Uppskot til valevni kunnu verða sett fram á aðalfundi av limum ella nevnd, og kunnu vera munnlig ella skrivlig. Eru ikki fleiri valevni skotin upp enn talið á teimum sum standa fyri vali, eru hesi valevni vald. Atkvøðugreiðsla er sostatt óneyðug. Framíhjárættur verður givin til tey, ið eru til staðar á fundinum, tó kunnu undantak gerast í serligum førum.

Um 3 nevndarlimir ella 10 limir í felagnum boða skrivliga frá ynski sínum um eykaaðalfund, skal nevndin boða til eykaaðalfundar. Slíkur eykaaðalfundur skal verða í seinasta lagi 6 vikur eftir, at kravið er sett fram, tó undantikið juni, juli, august og desembur. Slíkir fundir skulu fráboðast á sama hátt sum ársaðalfundir, og í fundarboðunum skal eisini orsøkin til eykaaðalfundin verða løgd fram. Eykaaðalfundurin verður skipaður sambært viðløgdu fundarskrá. Hvør aðalfundur ella eykaaðalfundur er viðtøkuførur.

§ 7 Avtøka

Uppskot um at taka felagið av kann einans viðtakast á tveimum fylgjandi ársaðalfundum, tá ið 2/3 av møttu limum atkvøða fyri.

Tá ið lóglig avtøka er gjørd, verður avgerð tikin, hvat gerast skal við ognir felagsins við vanligum meiriluta. Tó skulu ognirnar latast feløgum ella stovnum, ið hava endamálsorðingar líknandi Djóraverndarfelagnum.

Samtykt á stovnandi aðalfundi hin 1. mai 1975, og seinast broytt á aðalfundi 2. mars 2024