Dýravistið

Í nógv ár hevur Djóraverndarfelagið arbeitt fyri at fáa eitt dýravist, har vit kunnu húsa teimum djórunum, ið hava tørv á hjálp.

Arbeiðið hevur verið langt og drúgt, og enn eru vit ikki komin á mál. Vit hava tó vónir um, at hetta fer at eydnast einaferð, men nær, er ilt at siga.