Vælkomin á aðalfund 2. mars

Árligi aðalfundurin hjá Djóraverndarfelagnum verður leygardagin 2. mars 2024 kl. 15:00, í R. C. Effersøesgøtu 17 (í hølunum hjá koyr.fo)

Djóraverndarfelagið bjóðar ein drekkamunn og okkurt afturvið.

Skrá sambært viðtøkum felagsins:

• Vælkomin

• Framløga av ársfrágreiðing

• Framløga av roknskapi

• Innkomin mál

• Nevndarval

• Orðið er frítt

Aftaná fundin verður áhugaverd framløga við Fríðhild Debes, forkvinna í FCH, um sosialisering av hundum.

Um tú ynskir eitt evni/mál á skrá, ella tú ynskir at stilla upp til nevnd, ber til at skriva ein teldupost til dvf@dvf.fo. Hetta skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi 29. februar 2024.

Vit vilja minna á, at fyri at hava atkvøðurætt skal ein vera limur. Til ber at tekna seg sum lim á fundinum, ella umvegis heimasíðuna HER.

Øll eru hjartaliga vælkomin á aðalfund, og vit vóna at síggja fleiri kend umframt nýggj andlit :)

Next
Next

Aðalfundur verður 15. apríl