Trupulleiki við útiløgukettlingum

Herfyri var forkvinnan í Djóraverndarfelagnum í útvarpinum fyri at tosa um trupulleikan við útiløgukettlingum. Hetta var í samband við Facebook uppslag fyrr í vikuni, har vit vístu á, at higartil í ár eru 14 útiløgukettlingar komnir inn til DVF, og at hetta er ein tungur fíggjarligur postur. Seinni sama dag var talið tó longu vaksið til 18 kettlingar. Fleiri teirra mangla enn ansing, og hóast vit hava ansingarfamiljur at trekkja á, er trupult at finna nokk fólk til at hjálpa hesum kettlingum. Vit hava tí tørv á fólki at traðka til, og hjálpa okkum at geva hesum kettlingum ein nýggjan kjans <3

Hevur tú møguleika og hug at hjálpa hesum kettlingum ella øðrum djórum, so set teg endiliga í samband við okkum á FB síðu okkara, https://www.facebook.com/dvf.fo, ella á tlf: 50 45 33

Innslagið í útvarpinum kann hoyrast her niðanfyri 👇

innslag

Audio Block
Double-click here to upload or link to a .mp3. Learn more
Previous
Previous

Aðalfundur verður 15. apríl

Next
Next

Nevndin hevur skipa seg