Kyn: løða

Aldur: 12 vikur

geld: ja

Lýsing niðanfyri:

Minnie er eitt vet meira afturhaldin. Hon bíðar tildømis pent eftir mati, og er ikki líka frambrúsin, men er forferdiliga elskulig Er man snildur, so kann man varisliga sníkja seg at taka hana upp tá ið hon er sovnað, og tá kann hon liggja leingi í føvninginum púra avslappað og sova víðari

Felags fyri bæði Garfield og Minnie er, at tá ið tey koma eitt ókent stað og ikki kenna fólk, eru tey í byrjanini heldur varin. Men við at geva teimum nakrar dagar at fella til uttan at vera átroðkandi, so blotna tey og søkja meira kontakt sjálvi Tey kunnu tó gerast kløkk og krógva seg, um okkurt knappligt ljóð ella ógvuslig rørsla kemur. Men hetta hevur einki uppá seg, og er nokk meir ein natúrlig reaktión hjá kettlingum, sum enn læra stóru verð at kenna

Tey njóta at bliva kínt tá ið tey sova, og tíma sera væl at spæla við leikur. Annars er futtur í teimum báðum. Tey eru sosial og forvitin, og kanna alt sum kannast skal Teimum dáma sera væl at spæla og beistast við systkjunum hjá sær og mammu síni Siri, og tey renna aftur og fram, bólta sær og klintra

Um tit meta tykkum vera rætta familjan fyri einum teirra, sendi endiliga eini boð.

Previous
Previous

Lexie

Next
Next

Garfield