Kyn: frensur

Aldur: 12 vikur

geldur: ja

Lýsing niðanfyri:

Man kann ikki siga, at Garfield til fulnar livir upp til navnið, tí hann er als ikki dovin. Mageligur tá hann er liðugur at rokast? Ja! Men hann hevur eisini krút í rumpuni, sum man sigur Tó so elskar hann at eta. Hann kann finna uppá at hoppa upp og krøkja seg á beinið, um matmamman ikki er nóg skjót. Felags fyri bæði Garfield og systrini Minnie er, at tá ið tey koma eitt ókent stað og ikki kenna fólk, eru tey í byrjanini heldur varin. Men við at geva teimum nakrar dagar at fella til uttan at vera átroðkandi, so blotna tey og søkja meira kontakt sjálvi Tey kunnu tó gerast kløkk og krógva seg, um okkurt knappligt ljóð ella ógvuslig rørsla kemur. Men hetta hevur einki uppá seg, og er nokk meir ein natúrlig reaktión hjá kettlingum, sum enn læra stóru verð at kenna.

Tey njóta at bliva kínt tá ið tey sova, og tíma sera væl at spæla við leikur. Annars er futtur í teimum báðum. Tey eru sosial og forvitin, og kanna alt sum kannast skal Teimum dáma sera væl at spæla og beistast við systkjunum hjá sær og mammu síni Siri, og tey renna aftur og fram, bólta sær og klintra.

Um tit meta tykkum vera rætta familjan fyri einum teirra, sendi endiliga eini boð.

Previous
Previous

Minnie

Next
Next

Siri