Lexie
Kyn: tík
Aldur: 1 ár
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Lexie fyllir 1 ár hin 25. januar 2026, og er ein miðalstór Border Collie blandingstík. Hon er ikki geld, men er sunn og røsk. Lexie lurtar væl eftir og dugur væl at læra ymiskt, serliga við hjálp av góðbitum. Dugur nokk so væl at siga “góðandag”, setir seg eftir kommando og kemur beinavegin, tá hon er leys og man rópar á hana. Dugur løgið nokk ikki at “leggja seg” enn. Hon er eisini 100% reinlig og sigur frá, tá hon vil út at gera síni ting. Hon dugur hampiliga væl at ganga í band og elskar langar túrar, serliga tá hon eisini kann renna leys.
Hon er als ikki aggresiv, tó kann hon bíta leystliga í spølni, tá man beistast við hana. Dugur eisini at spæla bólt og at avlevera hann aftur. Biðið hana inn ímillum finna bóltin og so kemur hon sjálv við honum.
Lexie er sera kerlig og gevur nógvar mussar. Hon er sera blíð við bæði menniskju og djór, og er á ferð við at læra, at man ikki skal hoppa uppá fólk.
Hon er ein energi bumba og krevur sera nógv av eigaranum. Hon goyr, tá hon blívir spent, tó tigur hon beinavegin, um hon verður biðin um tað. Hon er von at vera bundin uttanfyri í góðum veðrið, men riggar illa at læsa hana inni í einum rúmi, um veðrið er keðiligt, tí hon er ein útbrótara-kongur Hon opnar hurðar og eitt vanligt hundabúður av jarni megnar hon eisini at bróta seg út ígjøgnum. Hon dámar væl at bíta í ting, men óiva kann hettar basast við at stimulera hana meira. Leikur halda ikki leingi.
Lexie hevur brúk fyri einum eigara, ið kann stimulera hana nógv meira enn hvat vit hava megna og eisini er hon als ikki egna til smábarnafamiljur, tí hon heldur seg vera minni enn hon er og tí hon er somikið rokaslig og sterk. Eisini er hon von við kettur, men dámar sera væl at jagstra onnur djór, ið er hennara máti at spæla við tey uppá.
Hon skal hava ein eigara, ið kann geva henni tað, sum ein aktivur Border Collie hevur brúk fyri.
Um Lexie kundi passa inn í tykkara heim, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við eigara á tlf: 279323