Aðalfundur 2022

- Brennur tú fyri at hjálpa djórunum í Føroyum? Kom so við á aðalfundin hjá Djóraverndarfelagnum! -

Árligi aðalfundurin hjá Djóraverndarfelagnum verður 2. apríl kl 14.00 í hølunum hjá KFUM, Hoydalsveg 6, Tórshavn. Skráin verður sambært viðtøkum felagsins.

Á aðalfundinum verður greitt frá farna árið, og hvørjar ætlanir eru fyri hetta árið.

Á fundinum ber til at gerast limur, hjálparfólk og/ella ansingarfólk, og limir kunnu stilla upp til nevndarval. Bert limir hava atkvøðurætt á aðalfundi. Ynskir tú at gerast limur áðrenn aðalfundin, kanst tú fylgja gera tað her: link

Kaffi og te verður at fáa, og okkurt leskiligt afturvið.

Øll eru vælkomin, og vit vóna at síggja fleiri kend umframt nýggj andlit :)

Previous
Previous

Nevndin hevur skipa seg