At hava ross

Øll sum fáast við ross, hava ábyrgd av at ansa rossunum rætt. Líkamikið um talan er um stutt ella long tíðarskeið!

​Rætt rossahald fevnir um at hava góðan kunnleika um fylgjandi:

  • Almenna rossaheilsu

  • Fóðurtørv

  • Samverutørv

  • Rørslutørv

Almen rossaheilsa

Fyri at vita nær ross eru illa fyri ella sjúk, er neyðugt at vita, hvussu sunn ross síggja út og bera seg at. Hetta er tó ofta lættari sagt enn gjørt, og ikki so einfalt, sum mong halda.

​Ross eiga at vera í røttum holdum og aldrinn undir reiðrossaholdum (stig 3). Ross, ið standa úti ella ross, sum eru undir eyka trýsti, t.d. ryssur ið molka ella ross í nógvari venjing eiga at vera á stigunum 3,4 - 4.

​Skinnið skal vera reint og glógva, eyguni ver vakin og rein, oyrini fylgja væl við umhvøvirnum og rossið eigur at standa og ganga javnt á øllum fýra beinunum. Rossið eigur at vera róligt, men vakið.

​Vanligur kropshiti á vaksnum rossi er 37,5 °C - 38 °C. Um kropshitin verður munandi hægri ella lægri, er tað tekin um sjúku ella pínu.

​Tað ber til at máta hitan hjá rossum við vanligum fepurstokki til fólk. Fepurstokkurin skal varliga inn í baktarmsopið og haldast har 2 - 3 minuttir.

​Vanligur æðrusláttur (pulsur) hjá vaksnum rossi í hvíld er 30 - 40 sløg um minuttin. Æðraslátturin hjá fylum og ungrossum er eitt sindur títtari; t.d. hava 1/2 - 1 ára gomul ross ein æðraslátt á 45 - 60 sløg um minuttin.

​Neyðugt er, at rossið er róligt tá æðruslátturin verður máldur, tí annars er hann ikki eftirfarandi. Til ber at máta æðrasláttin á lívæðrini innanvert á kjálkanum ella á fótinum. Best er at telja æðrasløgini í 15 sekund og margfalda við 4.

​Verður rossið illa fyri ella sjúkt, er neyðugt at ráðføra seg við djóralækna. Tá er neyðugt at tosa við hann/hana um, hvussu leingið rossið hevur verið sjúkt, hvørji fyrstu sjúkeyðkenni eru versnað og hvussu rossið hevur verið brúkt/staðið. Eisini skal havast í huga, hvussu rossið hevur verið fóðrað og um broytingar hava verið á fóðri og fóðring.

Fóðurtørvur

Ross eru einmaga plantuetarir (non-ruminant herbivore). Rety ferðast gjarna víða um og liva av ymiskum sløgum av grasi og urtum. Tey brúka uml. 2/3 av døgninum (14-18 tímar um døgnið) at eta gras og fasta aldrinn longri enn 3-4 tímar um tey sleppa frá.

Rannsóknir vísa, at ross á beiti røra seg nógv. Tey bíta grasið, tyggja, ganga so eitt petti, bíta aftur, tyggja, ganga og hetta endurtekur seg.

Sodningarleiðing hjá rossum er gjørd til hetta "endaleysa" át og tey tola ikki at standa leingi uttan fóður. Magin hja rossum er lítil og framleiðir alla tíðina magasýru. Tí skullu ross, sum standa inni fáa stráfóður í minsta lagi 2 ferðir um døgnið, men gott er at geva 3 ferðir ella oftari. Stendur rossið leingi uttan grovfóður, er vandi fyri magasárum og vanlíðan.

Fólk, sum varða av rossum, hava ábyrgd av at tryggja rossinum rætt fóður og at fóðra ofta. Grovfóður (gras ella hoyggj) skal vera høvuðsfóðrið hjá øllum rossum, eisini rossum í nógvari venjing. Vísindaligar kanningar vísa, at man sakl sum lágmark fóðra 1 kg turrevni pr. 100 kr kropsvekt av grovfóðri um døgnið. Til dømir er eitt miðaltungt íslenskt ross 350 kg og skal tí sum lámark hava 3,5 kg av turrum grovfóðri um døgnið. Vanligt er at geva einum miðal íslenskum rossi, sum er í venjing 6 kg av turrum hoyggi um døgnið.

Tað kann vera neyðugt at geva rossum eyka fóður fyri at nøkta vitamin- og mineraltørvin. Ross í nógvari venjing ella fyljaryssur kunnu hava tørv á eyka kraftfóðri. Kraftfóður skal tó gevast í lítlum mongdum og í mesta lagi 1,5 - 2 kg um døgnið til eitt miðal íslenskt ross. Tá skal alt fóðrið helst ikki gevast í senn, men býtast upp yvir dagin.

Sum áður nevnt eiga ross vanliga vera í rossaholdum, stig 3.

Allar fóðurbroytingar eiga at vera gjørdar varliga, millum annað tá ross, verða tikin inn ella koyrd á beiti.

Ross eiga altíð at hava atgongd at reinum vatni og slati.

Samverutørvur

Eitt av tí, sum eyðkennir ros, er flokslyndið. Ross er floksdjór og hava tørv á at vera í flokki. Tey trívast best í samveru við onnur ross, tí tá føla tey seg tryggari. Eitt orðatak sigur, at betur síggja eygu, enn eyga. Í einum flokki eru fleiri eygur og oyrir til at fylgja við umhvørvinum og vandum.

Ein virðingarrøð myndast í flokkinum og altíð er ein leiðari klárur at leiða flokkin.

Verður verandi leiðari veikur ella sjúkur, er næsti klárur at traðka til. Hetta er ofta eitt sterkt ross, ið hini hava álit á og bera virðing fyri. Oftast ein eldri ryssa. Ross hava tørv á einum leiðara fyri at føla seg trygg.

Tá fólk taka ross undir sína umsjón, er tað umsjónarfólkið ella reiðolki, ið skal taka hesa leiðarauppgávuna á seg. At vera ein góður leiðari, sum rossið hevur álit á og ber virðing fyri, er ikki bara sum at siga tað og er nakað man skal læra. Ofta er neyðugt at fáa serkøna hjálp.

Um rossið følir, at reiðfólkið ella umsjónarmaðurin ikki e nóg virðiligur ella álítandi at vera leiðari, tekur rossið leiðarauppgávuna á seg sjálvt og aloftast er tað tá, at rossið er blivið frekt ella treiskt. Tó er hetta nakað ross gera fyri at føla seg tryggari. Trupuleikin er tí aloftast hjá persóninum, ið skal fáast við rossið. Leiðarauppgávan er nakað tey mugu læra betur.

Ross, sum eru á beiti ella standa inni eiga tí altíð at hava (í minsta lagi) eitt annað ross at vera saman við.

Rørslutørvur

Ross eru flóttadjór. Tað vil siga, at tá tey vera nabgin ella vilja sleppa undan onkrum vandamiklum, flýggja tey og renna undan. Tí hevur teirra kroppur gjøgnum nógv 1000 ár ment tey til tað ítróttaveru tey eru í dag.

​Tey hava long bein, stór lungu og góðar vøddar.

​Ross vórðu ikki skapt til at bera fólk ella til at arbeiða fyri fólk. Men við rættari venjing kunna tey vera væl egnað til hetta endamál. Reiðfólk hava tí ábyrgd av, at leita sær serkøna hjálp og vitan fyri at tryggja rossinum rætta venjing. Vánalig og/ella skeiv venjing, veldur rosiinum vanlíðan og í ringasta føri deyða.

​Ross, sum eru á beiti, ferðast víða um. Tey kunna hvíla seg ímeðan tey standa og eru altíð klár at renna, um neyðugt. Um veðrið er gott og tey eru mett og væl sett, kunnu tey leggja seg niður. Tó stendur eitt ross í flokkinum eftir uppi og fylgir við umhvørvinum.

​Hendan rørslutørvin eiga rossaeigarar og umsjónarfólk at hava í huga. Tey eiga at tryggja, at beitið rossini standa á, er nóg stórt og at ross, sum standa inni hava hampuliga stóra boks og sleppa út í eina girðing at røra seg hvønn dag, í minsta lagi 1 tíma um dagin. Ross eiga í minsta lagi at sleppa í á beiti 2 mánaðar samanhangandi um summarið.

​Ross, ið ikki sleppa út regluliga og/ella standa bundin á einum bási, eru undir likamligari og sálarligari strongd og vanlíðan.

​Beiti og girðingar eiga at vera reinar og rúmligar.

​Rossafjós eiga at vera rein, rúmlig, ljós og hava góða luft og hitstig, ið samsvarar við hitan úti.