At hava hund

Áðrenn tú fært tær hund

Áðrenn tú velur at fáa tær hund er umráðandi at hugsa teg væl um. Tú velur hundin, hann velur ikki teg. Ein hundur kann liva upp til 15 ár, hann skal røkjast hvønn dag allar dagar. Eisini eru nógvar ymiskar rasur og gott er at leita sær vitan um tað rasuna, ið ein ynskir. Hvør rasa hevur sínar eginleikar, sinnalag, ymiskan tørv á rørslu og summar rasur kunnu hava sjúkur. Hóast tú fær tær ein blandingshund, er tað umráðandi at leita sær vitan um tær rasurnar hundurin er blandaður við.

Eisini er gott at hugsa um hvussu ein ætlar at gera í gerandisdegnum í samband við arbeiði, ítrív og annað ið upptekur tíð. Ein hundur eigur ikki at verða einsamallur í nógv meir enn 8 tímar hvønn dag. Tá tú hevur gjørt av at fáa tær hund, er gott at hugsa um hvar hundurin kemur frá. Tað er gott at vita so nógv sum møguligt um tær umstøður hann er komin frá. Hevur hann havt tað trygt og gott, er hann sosialiseraður, hvørjar umstøður er hann vaksin upp í o.t..

Ein hvølpur eigur í minsta lagið at verað 8 vikur, áðrenn hann verður tikin frá mammu síni. Hvølpar læra nakrar heilt grundleggjandi eginleikar tær fyrstu 8 vikurnar. Ein hvølpur ið er tikin ov tíðliga, kann fáa álvarsamar sosialar trupuleikar seinni í lívinum. Um tú velur at fáa ein vaksnan/eldri hund, er gott um tú kanst vitja hann nakrar ferðir áðrenn tú tekur hann við heim, so hundurin gerst tryggur við teg. Hav í huga, at hann hevur lært nakrar reglur í sínum fyrrverandi heimið, sum kanska ikki samsvara við tað tú ynskir. Tað kann tí taka tíð at læra hundin, tær reglur ið eru í tínum heimið. Eisini er tað ymiskt hvussu leingi tað tekur áðrenn hundurin fellur heilt til.

Hvølpar

Tá ein hevur gjørt av at fáa sær hvølp, eru nøkur viðurskiftir ið ein átti at fyrireika áðrenn hvølpurin flytur inn. Til dømis er gott at hava eina ætlan fyri hvussu ein ætlar at fáa hvølpin húsreinan. Hetta kann taka tíð og verað strævið, serliga um ein ikki er fyrireikaður nóg væl. Eisini er gott at hava eina venjingarætlan klára, og møguliga fara til hvølpavenjing við hvølpinum. Hetta hava bæði hvølpur og eigari góðan gagn av. At ganga til hvølpavenjing er bæði læruríkt, stuttligt og styrkir sambandið millum hvølp og eigara. Afturat hesum er umráðandi at tryggja hvølpin í tryggingarfelag, hetta er lógarkrav.

Hvølpar hava stóran tørv á svøvn, og tað er sera umráðandi at lata teir fáa sína hvíld. Um ein ikki virðir henda tørv er vansin at hvølpurin fær trupuleikar við at slappa av seinni í lívinum. Tá kann hundurin blíva ovurvirksamur. Her skal eisini nevnast at hvølpar ikki hava tørv á stórum avbjóðingum og longum túrum beinaveg teir koma í nýtt heim. Gott kann verað at lata teir fella til og gerast tryggir við sítt nærumhvørvi, síni fólk og sína nýggju tilveru, áðrenn tann heilt stóra verðin skal upplivast. Ein tummilregla er at ein hvølpur tørvar ein túr á líka nógvar minuttir sum hann er vikur gamal. Her verður víst til túrar úr nærumhvørvi hansara. Tvs. ein hvølpur á 18 vikur, eigur ikki at ganga longur enn 18 minuttir.

Hundar eru floksdjór

Hóast menniskja hevur tamt hundar so mikið at teir ikki longur kunnu liva vilt, sita nakrir av teimun grundleggjandi eginleikunum enn í teimun. Ein av teimun eginleikunum er flokshugsanin. Tá ein hundur blívur partur av eini familju, er tað í hansara verð ein nýggjur flokkur. Ein hundur vil altíð verða trúgvur ímóti sínum flokki.

Hetta er orsøkin til, at ein hundur kann verða ørkymlaður tá hann flytur (tað er bæði galdandi fyri hvølpar og vaksnar hundar). Teir verða tiknir úr flokki sínum og føstu mannagongdum til nakað heilt nýtt og skulu ofta brúka tíð at finna sítt nýggja pláss.

Hundar hava tørv á at verða saman við sínum flokki. Teir trívast ikki væl um teir verða skildir frá flokkinum í longri tíðarskeið. Tí trívast hundar illa um teir standa bundnir uttanfyri í longri tíð. Vera sleptir út at ganga túr einsamallir. Eisini er tað sera ringt fyri hundar at búgva sundurskildur frá sínum eigara, sum td. í kjallarum, hjallum, fjósum, garagum o.t.. Um ein letur hundin liva undir slíkum treytum, er vandi fyri, at hundurin fær álvarsamar atburðartrupuleikar.

Gerandisdagurin við hundi

Hundar sova ein stóran part av degnum, tí er gott at tryggja at hundurin hevur eitt gott og trygt stað at liggja. Ein velur sjálvur hvar í húsinum hundurin skal hava sína song. Hetta stað eigur at vera eitt fríøki hjá hundinum og hundurin eigur at fáa frið tá hann liggur her.

Hundar trívast best í føstum mannagongdum, og tí er gott fyri hann at fáa mat um somu tíð hvønn dag, ganga túrar um somu tíð og annars at gerandisdagurin er regluligur sum til ber.

Fyri at betra um sambandið millum eigara og hund er gott at ganga góðar túrar, har styrkist sambandið ímillum hund og eigara. Eitt annað ein kann gera er at venja við hundinum, annaðhvørt fyri seg sjálvan ella til skipaða hundavenjing. Um ein velur at fara til skipaða hundavenjing eru fleiri fyrimunir. Hundurin møtir øðrum hundum og blívur at tann hátt sosialiseraður. Eisini fær eigarin samband við aðrar hundaeigarar.

Djóralæknavitjan og røkt

Allir hundar hava tørv á fara til djóralækna. Fyrstu fer tá hundurin er 7-8 vikur, her blívur hann koppsettur og fær ormaviðger. Síðani tá hundurin er 12 vikur, her blívur hann aftur koppsettur. Tá hundurin so er blivin 1 ár, skal han aftur til djóralækna. Eftir hesa vitjan er tað ráðiligt at fara til djóralækna til árliga heilsukanning við hundinum. Hetta kann leingja lívið hjá hundinum. Hundurin dugir ikki at siga tær um hann hevur ilt ella er illa fyri, tí er gott um hann fer til heilsukanning árliga.

Tá tosa verður um heilsuna hjá hundinum, má fóður nevnast. Best er at spyrja djóralækna ella í djórahandli hvat fóður hundurin hevur tørv á, tí tað kann verða ymiskt frá hundi til hund og frá einari rasu til aðra. Eisini kunnu djóralækni og/ella starvsfólk í djórahandli vegleiða í, hvussu stóra mongd av fóður hundurin skal hava. Eisini skal ein minnast til, at slagið av fóður kann broytast frá tí hundurin er hvølpur til hann blívur gamal. Her er eisini vert at nevna, at "menniskjaføði" er sera ósunt fyri hundar. Matur í menniskju eta, er ofta kryddraður, saltaður og feitur. Hetta er sera ósunt fyri hundar.

Gelding

Gelding av hundum og tíkum verður gjørt hjá djóralækna, og við hesum eru bæði fyrimunir og vansar. Her er stutt skriva um fyrimunir og vansar. Um ivamál enn eru, er best at tosa við djóralækna.

Tíkar

Fyrimunir:

  • Ongir óynsktir hvølpar

  • Tíkin gongur ikki á illum - hundar flokkast ikki um heimið og tíkina

  • Fyribyrgjan av bruna í lívmóðrini

  • Um tíkin verður geld áðrenn hon gongur á illum fyrstu fer kann bróstkrabbi fyribyrgjast

  • Fyribyrgjan av pseudodrægtighed (hormonel óbalansa har tíkin trýr hon er kviðin)

Vansar:

  • Fyri at gelda, skal tíkin í fulla narkosu og undir skurð

  • Hægri vandi at tíkin gerst inkontinent

  • Feldurin kann gerast meira óslættur

  • Stofskifti broytist og tíkin tekur lættari uppá

Hundar

Fyrimunir:

  • Hundurin fer at strúka minni

  • Hundurin kann blíva róligari

  • Fyribyrgjan av sjúkum í steinunum, sum t.d. krabbamein

  • Atburður ið er knýttur at testosteron minkar, t.d. at hundurin "humpar" og strintar

Vansar:

  • Fyri at gelda skal hundurin í fulla narkosu og undir skurð

  • Feldurin kann blíva meira óslættur

  • Stofskifti broytist og hundurin tekur lættari uppá

  • Atburðarbroytingar

    • Sinni kann broytast

    • Hundurin kann gerast meira aggresivur

  • Tann fysiska menningin av vøddunum kann minka um hundurin er ungur tá hann verður geldur

Um ein ynskir at gelda sín hund, men ivast í hvussu hann reagerar, ber til at kemiskt gelda hundin fyrst. Alt hetta kann djóralæknin vegleiða um.

Røkt at gera við hús

Um hundurin hevur langan feld, kann tað verða neyðugt at greiða honum ofta.

Flest allir hundar losa, summir meir enn aðrir. Um hundurin í eitt tíðarskeið losar illa, kann tað lætta um, at greiða hundinum eitt sindur títtari í eina tíð.

Eisini kann tað vera neyðugt at koyra hundin í bað. Sum tummilreglu, skal hundurin í bað um hann følist feittutur og/ella luktar. Hundar hava annars ikki tørv á at fara í bað. Um ein koyrir hundin í bað ov ofta er vansin at oyðileggja tær feittcellurnar ið halda feldin blankan.

Hundar hava eisini tørv á tannrøkt, hesin tørvurin kann vera ymiskur frá hundi til hund. Tað er fleiri mátar at geva hundinum tannrøkt. Eitt nú kan ein brúka tannbust og tannkrem til hundar. Ein kann eisini geva hundinum okkurt at jagla á, td. gularøtir, leikur og tyggibein.

Eisini er neglarøkt nakað ið er umráðandi at hava í huga. Summir hundar skulu hava klipt negl ofta og aðrir hundar hava minni tørv á tí. Hetta kann bæði gerast við hús og hjá djóralækna. Umráðandi er at kunna seg um hvussu klippast skal, tí hundar hava nervar sitandi í neglunum, og fáa sera ilt um ein klippur ov langt inn, eisini kann tað fara at bløða.

Summir hundar kunnu hava meira oyravoks enn gott er, tí er hent at hyggja í oyrini á hundinum regluliga. Um hundurin hevur snask í oyranum, kann hetta reinsast við eini vatrondel og eitt sindur av vatnið. Um hundurin hevur nógv oyravoks, er best at fáa hetta kanna hjá djóralækna.

Eisini er skilagott at merkja hundin. Hettar kann lætt gerast við eini helsu, har eitt navnaspjaldur við tínum telefonnummari er í. Tó kann tað koma fyri at ein helsa dettur av hundinum, og tí er best um hundurin er chipmerktur. Hetta ger at um hann verður tikin upp av hundafangara ella Djóraverndarfelagnum, er lætt at finna eigaran aftur. Chipmerking kann gerast hjá djóralækna.

Eldri hundar

Hóast tað kann tykjast ein fjarur tanki, eldist hundurin skjótari enn menniskja. Ein eldri hundur kann hava tørv á serligari røkt, hetta er tí skilagott at tosa við djóralækna um, um man sær eina broyting í atburðinum hjá hundinum. Eisini kann verða neyðugt at fara oftari til djóralækna við honum, hetta kann leingja um livutíð hansara tí møguligar sjúkur kunnu finnast.

Eldri hundar orka ofta ikki at ganga líka langar túrar, og hava størri tørv á hvíld. Eisini kunnu eldri hundar hava tørv á øðrum fóðri, hetta kann ein djóralækni ella starvsfólk í djórahandli vegleiða um.

Tá hundurin eldist, er umráðandi at hugsa um hvussu hansara síðsta tíð skal vera. Um hundurin gerst sjúkur, noyðist ein at hugsa um avlíving, ella hvussu ein ætlar at hundurin skal fara herfrá.