Kyn: frensur

Aldur: 7 ár

Geldur: ja

Lýsing niðanfyri:

Hesin ótrúliga kerligi og vakri 7 ára gamli frensurin søkir nú eitt nýtt heim. Hann eitur Shadow og hann elskar at fáa uppmerksemi, og er skjótur at blaka seg á ryggin fyri at blíva kelaður, og trýstur høvdið upp í hondina á einum.

Hann var vanlig húsketta tvey tey fyrstu árini av lívi sínum, men rýmdi heimanífrá ein dagin og kom ongantíð heim aftur. Hann hevur búð úti nú í 5 ár, og er kortsíðan tikin upp av DVF. Tíverri kann hann ikki fara aftur til gamla eigarin, so nú skal eitt nýtt heim finnast 😻

Shadow hevur verið hjá djóralækna, har hann bleiv trimmaður, vaskaður, geldur og chipmerktur. Enn hevur hann (hvørtfall) tríggjar tenn sum skulu trekkjast einaferð í næstum, og hetta ber DVF sjálvsagt kostnaðin av.

Hann er í ansing við øðrum vaksnum og geldum frensum umframt minni børnum í løtuni, og tað hevur hann ongan trupulleika við. Hann hevur tó enn brúk fyri tíð at venja seg við ljóðini í einum húsarhaldi aftur, og serliga støvsúgvarin, sum hann ræðist.

Um Shadow ljóðar sum tann heilt rætti frensurin fyri tykkum, skriva okkum so eini boð, har tit fortelja eitt sindur um tykkum, og hvat tit kunnu bjóða honum 🥰

Previous
Previous

Kaninus

Next
Next

Bonny