Louie
Kyn: frensur
Aldur: 1 ár
geldur: ja
Lýsing niðanfyri:
Vegna allergi hjá ommusoninum er tað við tungum hjarta, at vit leita eftir einum nýggjum heimi til okkara fantastiska frens, Louie, sum júst er blivin 1 ára gamal
Louie hevur eitt róligt og gott sinnalag og tolir væl at vera handfarin av bæði lítlum og størri børnum.
Honum dámar væl at sleppa út um náttina og kemur glaður og móður inn aftur um morgunin. So etur hann og leggur seg at sova nakrar tímar, áðrenn hann vaknar glaður og spælisjúkur.
Louie er púra reinligur og brúkar kettubakka og hevur ongantíð havt nakað óhapp innandura.
Hann er forvitin og dámar sera væl at vera kelaður og leggur seg gjarna at sova ella slappa av tætt við familjuna
Louie verður bara latin djóravinum, sum hava góðar umstødur, har Louie kann sleppa út uttan alt ov nógva ferðslu og tætt við náttúruna og sum vilja geva honum eitt varandi heim
Tey, ið fáa Louie, fáa ein fantastiskan og óvanliga fittan frens, sum er kerligur, stuttligur og lættur at hava búgvandi
Onkuntíð svevur hann í okkara kamari og aðrar tíðir í køkinum ella stovuni
Louie er geldur, chippaður og hevur fingið ormakur
Um Louie ljóðar sum rætta kettan fyri tykkum, kunnu tit seta tykkum í samband við eigara á tlf: 513858.