Gyðja
Kyn: tík
Aldur: 6 ár
geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Hetta er Gyðja, hon er ein sera fitt labrador tík.
Gyðja elskar at vera saman við húsfólki sínum, hon er sera rólig og væl uppdrigin inni.
Hon er sera glað og blíð, men kann finna uppá at goyggja heilt stutt, tá ið fólk koma á gátt.
Gyðja er ikki serliga vand at ganga í bandi og togar tí sera nógv.
Um nýggi eigarin ynskir at ganga nógvar túrar við henni, so krevur hetta nógva venjing.
Henni tørvar eisini nógva venjing at bæði møta fólki og fæ á túrum.
Tað allarbesta hevði verið, at hon fekk møguleikan at vera á einum stórum útiøki í sínum nýggja heimi.
Hon elskar at renna runt og spæla bólt.
So í roynd og veru, við stórum útøki, er ikki neyðugt at læra gamlan hund uppi at sita.
Prísurin fyri Gyðju er 800 kr, og teir pengarnir fara beinleiðis til djóralæknarokningar, chipmerking, skráseting á Djóraskráskráseting Føroya www.dsf.fo, fóður og annað tilhoyr, ið djórini hava tørv á, meðan tey eru í ansing.
Øll áhugaði kunnu venda sær til okkara á messenger, har tit kunnu greiða nærri frá, hvat heim tit kunnu bjóða henni.