Gutti
Kyn: hundur
Aldur: 5 ár
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Tað er við stórari sorg, at vit leita eftir einari nýggjari familju til Gutta, men vit havi tíverri onki annað val.
Gutti er ein 5 ára gamal blandingshundur av slagnum Cotton Havanais/Border Collie.
Gutti elskar fólk, kanska eitt sindur ov nógv við hvørt. Hann kann finna uppá at goyggja tá fólk koma inn, men áðrenn tú fært vent tær, so situr tú undir honum, tí hann vil kelast.
Gutti dámar ikki so væl at fólk ganga forbí garðin, tá hann er úti. Hann kann blíva orduliga “illur”, men so skjótt sum viðkomandi er komin inn, so eru tey bestu vinir. Hann er øgiliga lærunemmur og um hann kemur til røttu familjuna, ið er von við hund, rokni eg við at tað er skjótt at venja hann av við.
Hann elskar at ganga túr og orkar at ganga laangar túrar, hann hevur enntá verið á onkrum fjallatoppi
Vit eru ómetaliga góð við hendan lítla jassin og ynskja onkran, ið verður líka góð við hann.
Heldur tú at hetta er ein hundur fyri teg og tína familju, eru tit vælkomin at ringja 280802