Kyn: løða

Aldur: 3 ár

geld: ja

Lýsing niðanfyri:

Gellan misti sín eigara, og hevur hareftir búð úti í longri tíð - tær seinastu vikurnar við sínum tveimum kettlingum. Tað hevur tó ikki havt ávirkan á, hvussu fitt, blíð og fólkakær hon er Hon vil helst vera har sum fólk er, er sera kelin, og dámar væl at spæla við leikur. Henni dámar væl at vera borin, og finnur seg í tí mesta, men leggur seg sum oftast í vindeyga og svevur, heldur enn hjá fólki.

Gellan er von við børn, men vit vita ikki, hvussu hon er við øðrum djórum í húsinum. Eisini elskar hon at práta, so man skal tíma langar samtalur við hana.

Gellan er geld, chipmerkt og skrásett á Djóraskráseting Føroya.

Hevur Gellan tykkara áhuga, so send okkum eini boð yvir messenger, og fortel okkum um tykkum og tykkara umstøður.

Previous
Previous

Reyða og Hvíta

Next
Next

Keef