Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

Hvølpur

Kyn: tík

Aldur: 8 vikur

Geld: nei

Lýsing niðanfyri:

Hesin fitti tíkahvølpurin verður 8 vikur 05/04/26, og leitar tí eftir tí heilt rætta heiminum.

Hon er blandaður Border Collie, og er eisini sum flestu Border Collie, sera aktiv og hevur tørv á nógvari motión og stimulatión, og so sera fitt og fólkakær.

Vit loyva okkum at velja tað heilt rætta heimið til hana, tað er einki først til mølle. Áhugaði kunnu ringja ella skriva til 211634

Read More
Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

CC

Kyn: løða

Aldur: 3 ár

Geld: nei

Lýsing niðanfyri:

CC kann vera eitt sindur afturhildin í fyrstani, men hon er sera blíð – serliga um tú letur hana koma til tín í sínum egna tempo. Hon er sera forvitin, elskar at spæla, hevur stóra persónligheit og ta søtastu lítlu røddina. CC er inniketta.

Read More
Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

Coco

Kyn: frensur

Aldur: 5 ár

Geldur: ja

Lýsing niðanfyri:

Coco er sera kelin og altíð vil vera tætt við og leggja seg uppat. Hann er ein stórur frensur, eitt sindur skemtiligur, og elskar at fáa uppmerksemi. Hann vil altíð vera har, sum tú ert. Coco er inniketta.

Read More
Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

Diva

Kyn: løða

Aldur: 5 ár

Geld: nei

Lýsing niðanfyri:

Diva er ein blíð, men eitt sindur smæðin ketta, sum elskar at balla seg á einum góðum, heitum sólarplássi. Hon dámar sera væl at sita í vindeyganum og hyggja eftir fuglunum uttanfyri og hevur eitt sera stillført og blítt sinnalag. Diva er inniketta.

Read More
Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

Garfield

Kyn: frensur

Aldur: 10 ár

Geldur: ja

Lýsing niðanfyri:

Garfield er ein 10 ára gamal frensur. Hann er tann blíðasti frensurin og elskar at klemmast og práta við fólk. Hann elskar at vera elskaður og gevur sera nógvan kærleika aftur. Hann er simpulthen bara tann fittasti lítli kúllurin. Garfield hevur verið útiketta fyri nógvum árum síðani, men er nú inniketta.

Read More
Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

Rex

Kyn: hundur

Aldur: 4 ár

Geldur: nei

Lýsing niðanfyri:

Vegna serligar umstøður leitar Rex eftir einum nýggjum, tryggum og góðum heimi. Hann er 4 ára gamal, og elskar at ganga túr. Hann er blíður, fittur og kelin. Honum dámar best at verða saman við fólki, so um hann skal vera einsamallur heima, trívist hann best í búri. Rex kann væl við øðrum hundum, og er sera góður við børn, so hann hevði hóska væl til eina familju við størri børnum. Vit ynskja at finna eitt gott og kærleiksfult heim til Rex, har hann kann fáa nógva umsorgan og túrar, sum hann elskar.

Um tit eru áhugaði at bjóða Rex eitt nýtt heim, ring á tlf 276691

Read More
Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin Privat lýsingar Djóraverndarfelag Djoraverndin

Reyða og Hvíta

- SØKJA NÝTT HEIM SAMAN -

Hesar báðar ketturnar søkja eftir nýggjum, friðarligum heimi saman 🐈🐈‍⬛

Tær eru 11 ára gamlar og sera, sera fittar. Hvíta er sum ein hundur. Hon elskar at spæla við fólk og hundar ❤️ Reyða er meira rólig, men dámar væl at verða kínd um høvdið ❤️ Annars eru tær báðar systrar, og hava eyka tummlar❤️

Eigarin ynskir at tær koma til eitt “stilt” heim, har eingin høvuðsvegur er nærhendis.

Hava tit áhuga at bjóða teimum eitt nýtt heim, kunnu tit seta tykkum í samband við eigaran á tlf: 595883

Read More