-
Ting
Kyn: hundur
Aldur: 9 ár
Geldur: Ja
Lýsing niðanfyri:
Hesin sera fitti hundurin, søkir nýtt varandi heim. Hann er ein miðal støddar blandings hundur.
Ting er sera blíður, og dámar væl selskap.
Hann er sera fittur og kann við øllum 💖
-
Bibsy
Kyn: hon
Aldur: 6 mðr
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Vit meta at Bibsy er løgd í juli 2023.
Bibsy er sera fitt, spøk og dámar henni væl at blíva næna og kela.
Hon er von at verða úti.
-
Duchess
Kyn: løða
Aldur: 3-4 ár
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Hendan blíða og róliga kettan eitur Duchess 🐈 Hon er sera fyrikomandi, og vil helst liggja og sova omaná fólki 😸 hevur tú okkurt lekkurt at eta, so er hon tín besti vinur, serliga um tað er rátt kjøt 🥩😻 Hon er í ansing saman við hundi í løtuni og tað er eingin trupulleiki. Henni dámar tó ikki væl tá børn jagstra seg, so hon hóskar seg nokk best í heimi við sindur størri børnum.
-
Stampi
Kyn: hannur
Aldur: Juni 2022
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Fittasti Stampi leitar eftir nýggjum heimi. Hann hevur altíð búð saman við einum øðrum kaninfrensi, men dugur væl at vera sjálvur. Stampi er ein útikanin, hann er heldur krittiskur við at vera borin og kíndur, men hann ger framstig hvønn dag.
-
Bjarti
Kyn: frensur
Aldur: 4 mðr (lagdur 7. mai)
Geldur: ja
Lýsing niðanfyri:
Bjarti var funnin undir kølarahjelminum á einum bili inni hjá Reyni Service. Hann er ótrúliga kerligur og menniskjakærur, men kann vera sera vokalur, um hann er ónøgdur við eitt hvørt. Helst vil hann vera uppí allastaðni allatíðina 😄
Hann elskar allan góðan mat, og er herviligur at leypa upp eftir mati á borðinum, um man gloymur at goyma tað vekk.
Hann hevur í ansingini verið saman við vaksnum, geldum frensum og smáum børnum, og tað riggar ordiliga væl 😊
-
Ed
Kyn: frensur
Aldur: 12 vikur (8 sep)
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Flotti gylti frensurin Ed, (sum er tann reyði kettlingurin)er størstur av systkjunum. Hann er djarvur og spæliglaður. Honum dámar at kanna umstøðurnar og er ævintýrhugaður. Honum dámar eisini at leggja seg á sofuna og blíva kelaður og er tryggur við bæði børn og vaksin. Ed hevur havt trupulleikar við eygunum, og er hansara sjón eitt sindur niðursett, vegna arrvev. Hetta darvar honum tó einki í gerandisdegnum :)
-
Figen
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (8 sep)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Figen er ein forvitin og spæliglað ketta. Hon er eitt sindur av einum “tomboy”. Henni dámar eisini at liggja og hugna sær á sofuni og elskar at verða kela.
-
Embla
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (8 sep)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Embla er ein sera kerlig ketta. Hon elskar at verða við fólki og søkir nógv samband. Kann liggja leingi og nussast. Henni dámar eisini at beistast við síni systkin og at spæla. Hon hevur tann lekrasta kremfarvaða pelsin.
-
Naja
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (8. sep)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Naja er rólig, lítillátin og spøk. Við sínum milda sinnið elskar hon at verða kela, og ger lítið um seg. Henni dámar at sita og eygleiða, meðan systkini beistast, men kann eisini verða við í spælinum viðhvørt. Hon søkir tað trygga og kenda, og dámar at slappa av á sofuni.
-
Daisy
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (8. sep)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Daisy er hvít øll sum hon er. Hon elskar uppmerksomheit, og spinnur so skjótt man kelar henni ❤️ Hon er forvitin og dámar væl at spæla. Hon fylgir við í øllum sum man ger, og dámar best at vera har sum fólk eru🥰Daisy er uppvaksin saman við hundum og barnið, so hon er von og trygg við hundar og rokaligar løtur og larm frá børnum😅 Eisini er hon von við øll onnur gerandis ljóð, og elskar støvsugarin!
-
Luna
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (8. sep)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Luna er tann minsta av sínum systkinum (Nala og Daisy). Hon er sera kelin og spinnur so skjótt man kelar henni 🥰 Hon er skjót at klintra upp eftir beininum, um man setur seg í sofuna ella á ein stól😅 Hon elskar at fáa uppmerksomheit, og elskar at spæla❤️ Luna er uppvaksin saman við hundum og barnið, so hon er von og trygg við hundar og rokaligar løtur og larm frá børnum😅 Eisini er hon von við øll onnur gerandis ljóð, og elskar støvsugarin!
-
Nala
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (8. sep)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Nala er hvít við einum svørtum plettið á høvdinum. Hon er eitt lítið sindur meira varin enn systkin hennara (Luna og Daisy), og er ikki líka uppmerksomheits krevjandi 😅 Hon er rólig, elskar at spæla og dámar væl at kelast🥰 Nala er uppvaksin saman við hundum og barnið, so hon er von og trygg við hundar og rokaligar løtur og larm frá børnum😅
-
Oreo
Kyn: frensur
Aldur: 12 vikur
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Oreo er forvitin og dámar væl at kanna alt rundan um seg. Hann er sera spælisjúkur. Honum dámar væl at vera har fólk eru, og hann elskar at liggja og vera kelaður. Oreo er vanur við smá børn og aðrar kettur, umframt hund, har hann hevur uppsøkt hansara uppmerksemi bæði til at spæla við og til at sova saman við 😻
-
Miska
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Miska er ein fitt og rólig løða, ið er von við smá børn, aðrar kettur og hund. Henni dámar væl at spæla, og hon dámar eisini væl at liggja tætt hjá fólki, og verða kela.
-
Hulda
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Hulda er sera forvitin og skal vera uppi í øllum man ger. Hon elskar at spæla, og rennur runt allan dagin. Tá hon so endiliga leggur seg at sova, leggur hon seg tí gjarna eitt róligt stað, har hon kann fáa frið.
-
Hekla
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Hekla er rættiliga kontaktsøkjandi, og vil helst verða hjá fólki. Hon er skjót at koma at leggja seg hjá einum, um man setur seg niður, og elskar at blíva kela.
-
Bilbo
Kyn: frensur
Aldur: 12 vikur
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Bilbo er fittur og matglaður. Hann er eitt sindur afturhildin og varin, men tá hann følir seg tryggan, er hann ótrúliga kerligur. Hann vil helst vera har fólk eru, er kontaktsøkjandi, og elskar at liggja hjá sínum fólki og vera kelaður.
-
Kenzo
Kyn: frensur
Aldur: 12 vikur (16. juni)
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Klárur at flyta 16. juni
-
Sweetie
Kyn: løða
Aldur: 12 vikur (16. juni)
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Sweetie er ein fitt og rólig dama, sum elskar at spæla, og at kanna alt sum er rundan um hana. Hon elskar eisini at sova í sínari lítlu kettusong.
Hon er von við vaksnar kettur og aðrar kettlingar. Sweetie er klár at flyta 16. juni
-
Charlie
Kyn: frensur
Aldur: 12 vikur (16. juni)
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
Charlie er ein fittur og rokaligur kettlingur, ið elskar at spæla við systur sína og hinar kettunar. Hann tímur væl at blíva kelaður, og at liggja og hygga sær hjá einum á sofuni 😻 Hann er klárur at flyta 16. juni.
-
Evita
Kyn: løða
Aldur: 10 vikur
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Evita og systkin hennara vóru funnin í einum bilvrakið á Sandvíkarhjalla, bert 3 vikur gomul. Evita er sera rólig, men stendur altíð til reiðar at bjóða beiggjunum hjá sær av til bardaga. Hon er ordiliga kontaktsøkjandi og elskar at liggja undir liðini á menniskju. Evita er von við vaksnar kettur, og er við at venja seg við hund. Hon er klár at flyta tann 25. mai.
-
Winston
Kyn: løða
Aldur: 10 vikur
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Winston og systkin hennara vóru funnin í einum bilvrakið á Sandvíkarhjalla, bert 3 vikur gomul. Winston er sera kontaktsøkjandi og rennur aftaná menniskju sum ein hali, tá hon ikki liggur undir liðini á einum á sofuni. Winston er von við vaksnar kettur, og er við at venja seg við hund. Hon er klár at flyta tann 25. mai.
-
William
Kyn: frensur
Aldur: 10 vikur
Geldur: nei
Lýsing niðanfyri:
William og systkin hansara vóru funnin í einum bilvrakið á Sandvíkarhjalla, bert 3 vikur gomul. William er sera kontaktsøkjandi og rennur aftaná menniskju sum ein hali, tá hann ikki liggur undir liðini á einum á sofuni. Winlliam er vanur við vaksnar kettur, og er við at venja seg við hund. Hann er klárur at flyta tann 25. mai.
-
Luci
Kyn: løða
Aldur: 3 ár
Geld: ja
Lýsing niðanfyri:
Hon er sera sosial, elskar at vera miðpunkti, klemmast, at slappa av, og er bara sera góð av sær. Tað er við sera tungum hjarta at vit ikki kunnu hava hana búgvandi meira, og vóna tí har er ein familja ið kann geva henni eitt kerligt heim.
-
Kida
Kyn: løða
Aldur: 2 ár
Geld: nei
Lýsing niðanfyri:
Hendan vakra, fitta og kerliga kettan leitar eftir einum nýggjum heimi orsaka av serligum umstøðum hjá eigara. Hon er sera kerlig og elskar at blíva mussa og klemma