Banner

Tíðindabræv

SMSA DVF TIL 1919 OG LÆT 50

Banner

Søgan um Sisu

Myndarøðir

Pollurin

Hvussu nógv húsdjór hevur tú?
 

Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Ady Gil World Conservation matchar krónu fyri krónu
Monday, 10 October 2011 10:45

AGWCDjóraverndarfelagið fegnast um at boða frá, at Ady Gil World Conservation hevur bjóðað sær til at matcha hvørja krónu, ið verður latin Djóraverndarfelagnum, við einari krónu afturat. Peningurin skal flytast á konto 9181 - 171.213.8. Peningurin fer beinleiðis til kostnaðin, ið stendist av at gelda frensar og sterilisera kettur. Viðmerk: SPAYNEUT á flytingina. Takk fyri stuðulin

In English:

DVF is delighted to announce the AGWC will match every dollar donated to the DVF Spay & Neuter Campaign. Donations can be directed to SWIFT: EIKBFOTF IBAN: FO1191810001712138
Please make the notation: SPAYNEUT
Thanks for the support

 
Djóralistin komin á heimasíðuna PDF Print E-mail
Monday, 12 September 2011 18:50

Nú ber til at síggja øll okkara djór her á heimasíðuni.

Týst her: http://www.dvf.fo/index.php/djor.html

 

 
Føroya fyrsta djóraheim, innsavning við heimsfrumframsýning av The Whale PDF Print E-mail
Tuesday, 16 August 2011 02:57

Djóraverndarfelagið hevur seinastu árini merkt, at tørvurin á einum djóraheimi er vorðin alt meira átroðkandi. Djóraverndarfelagið hevur á hvørjum ári fleiri enn 300 djór gjøgnum sína skipan. Tí verður verkætlanin um føroyskt djóraheim sett í gongd nú. Ætlanin er at djórini hjá Djóraverndarfelagnum kunnu fáa eitt fyribilspláss, meting og møguliga átroðkandi viðgerð á djórheiminum – og síðani kunnu tey fara víðari í nýggj heim. Vit byrja verkætlanina við ongum minni enn einum stórum innsavningartiltaki í Norðurlandahúsinum. Tiltakið verður leygardagin 20. august í Norðurlandahúsinum.

Leygardagin 20. august 2011 fáa føroyingar eina heimsfrumframsýning av filminum The Whale. Filmurin er ein dokumentar um ein mastrahval, ið villist einsamallur inn í ein fjørð í British Columbia í Kanada. Tá ið hvalur ikki hevur nakrar av sínum líkum rundan um seg, roynir hann at gerast vinur við fólkið, ið býr á staðnum. Filmurin vísir eina søgu um, hvussu margháttligt tað kann ganga fyri seg, tá ið náttúra og fólk liva tætt saman. Vit hava valt at vísa júst hendan filmin, tí hann er sera hóskandi til føroyska samfelagið, har ið vit liva tætt knýtt at okkara náttúru og djórum. Søgan kundi eins væl verði úr Føroyum.

Filmurin er gjørdur av millum øðrum Ryan Reynolds og Scarlett Johansson. Suzanne Chisholm, ein av filmsframleiðarunum, verður við til sýningina saman við Ady Gil. Suzanne kemur at svara spurningum um framleiðsluna av filminum.

Í forhøllini í Norðurlandahúsinum fáa fólk høvið at síggja, hvussu nýggja djórheimið kemur at vera og ítøkuligu ætlaninir – og høvi verður at seta spurningar.

Inntøkurnar frá tiltakinum, ið Djóraverndarfelagið stedur fyri, fara til djórheimið. Ady Gil stuðlar tiltakinum.

Kostnaðurin fyri atgongumerkið er kr. 85,-. Atgongumerkið kunnu keypast á www.NLH.fo

 
Facebook Fanbox 1.5.x.0
 
Kettlingarnir hjá Rasku
Wednesday, 20 April 2011 18:42

Tað er umleið 1½ ár síðani, at vit hjálptu hesum fýra kettlingum í nýggj heim. Mamman (Raska)var ein húsketta, sum ongan góðan og gekk fyri vág og vind. Vit tóku hana inn, og góvu henni eitt trygdt stað at leggja sínar kettlingar. Kettlingarnir vóru allin kettur, og vit kallaðu tær: Gertrud, Brokkus, Garia og Ida :)
Brokkus hevði eitt stórt nalvabrokk, so hon kom undir skurð longu 7-8 vikur gomul :)
Allar stórtrívast tær í nýggju heimum teirra :)
Kettlingarnir hjá Rasku//Rúni

 
More Articles...
Banner
Banner
Banner
Banner
Banner

Tekstlýsingar

Djóraverndarfelagið
tel: 50 45 33
teldupostur: dvf@dvf.fo
Postboks 1365, 110 Tórshavn
DVF stuðul
Ynskir tú at stuðla DVF? Ring 55 77 21 ella skriva á studul@dvf.fo
Djór frá DVF
Ynskir tú at geva einum djóri nýtt heim? Ring 56 77 22 ella skriva á djor@dvf.fo
Ansingarfamilja
Hevur tú møguleika at ansa djórum í styttri tíðarskeið? Ring 56 77 22 ella skriva á djor@dvf.fo

Hvør er online

We have 3 guests online