Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook

Viðtøkur

§1 Endamál og virksemi

  1. Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Vit arbeiða miðvíst at menna tilvitskuna hjá fólki – børnum sum vaksnum – um djór, teirra trivnað, heilsu og vælveru.

 

  1. Vit hjálpa djórum, og taka tey upp, tá ið tey eru vilst, burturmist, eftirlatin ella av aðrari orsøk hava tørv á okkum. Er eigari av djórinum, verður djórið latið aftur til eigara. Djór uttan eigara fara í ansing, og haðani víðari í eitt nýtt heim til nýggjan eigara. Seinasta loysn er, at djórið verður avlívað.

 

  1. Vit kanna allar fráboðanir um misrøkt av djórum. Vit seta okkum í samband við ábyrgdara og/ella fara á staðið at kanna støðuna. Meta vit, at tað er grundaður illgrunni um djóramisrøkt/djórapínslu, verður málið meldað til løgregluna. Felagið fylgir málinum frá byrjan til enda.

 

  1. Vit virka fyri at broyta føroyska lóggávu innan djóravernd til tað, at hon skal virka fyri djórini.

 

§2 Limir

Hvør tann, ið teknar seg sum lim, kann gerast limur í felagnum. Limur fær uppkrav um limagjald, og er limagjaldið ikki goldið, hevur viðkomandi limur ikki atkvøðurætt á aðalfundi.

Árliga limagjaldið er kr. 200,- fyri einstaklingar og kr. 300,- fyri húski

 

§3 Nevndin

Í nevnd felagsins sita 9 limir, 7 nevndarlimir og 2 eykalimir, ið verða valdir á aðalfundi. 

Nevndin skipar seg við formanni, næstformanni og kassameistara.

Nevndin skipar regluligar nevndarfundir, og heldur annars fund um tørvur er á tí.

Avgerðir nevndarinnar verða tiknar við vanligum meiriluta. Nevndin er viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 5 nevndarlimir ella eykalimir eru møttir á fundi. Til keyp, sølu ella pantseting av føstu ognum felagsins krevst undirskrift frá í minsta lagi 5 nevndarlimum. Nevndin hevur ábyrgd av dagligu leiðslunini í felagnum.

 

§4 Daglig leiðsla

Nevdin skal skipa dagligu leiðslu soleiðis, at hon umfatar endamálsorðan felagsins. Hetta kann gerast við at skipa internat og bólkar undir nevndini. Hesi liggja frítt til nevndina at skipa á tann hátt, ið hon ynskir.

Bólkar skulu skipast við einum ella fleiri nevndarlimum í hvørjum bólki. Hvør bólkur hevur endamál og ætlan fyri virksemi, og leggur fram sítt virksemi á aðalfundi. Nevndarlimir í bólkum kunna leypandi nevndina um gongdina. Setan og avtøka av bólkum er ábyrgd nevndarinnar at taka avgerð um. Bólkar arbeiða undir nevndini, og hava skyldu til at fylgja teimum mannagongdum nevndin setir. Eru ivamál hesum viðvíkjandi, hevur nevndin avgerðarrætt í gongdini hjá bólkinum. Bólkar samstarva við nevndini, og nevndin hevur skyldu at hjálpa bólkunum, tá ið teir hava tørv á tí.

 

§5 Roknskapur

Roknskaparár felagsins er kalendarárið. Kassameistarin hevur ábygd av peningi í felagnum, umframt fíggjarliga partinum av dagliga virkseminum. Kassmeistarin kann útveita uppgávur hesum viðvíkjandi. Kassameistarin skal í seinasta lagi 30 dagar innan ársaðalfundin lata roknskapin fyri farna árið frá sær til nevndina. 

 

§6 Aðalfundur

Aðalfundur verður hildin á vári. Aðalfundurin verður lýstur í minsta lagi 14 daga freist.

Aðalfundarskrá:

Vælkomin

Framløga av ársfrágreiðing

Framløga av roknskapi

Innkomin mál

Nevndarval

Orðið er frítt

     

Broytingar í lógum felagsins kunnu gerast á aðalfundi við vanligum meiriluta. Uppskot til lógarbroytingar og innkomin mál, ið ynskjast løgd fyri aðalfund, mugu vera nevndini í hendi 2 dagar áðrenn aðalfundin.

Eykaaðalfundur verður hildin um nevndin ynskir ella um limir krejva tað. Slíkur eykaaðalfundur skal verða í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kravið er sett fram. Eykaaðalfundurin verður skipaður sambært viðløgdu fundarskrá. Hvør aðalfundur ella eykaaðalfundur er viðtøkuførur.

 

§7 Avtøka

Uppskot um at taka felagið av kunnu einans viðtakast á 2 fylgjandi ársaðalfundum, tá ið 2/3 av møttu limum atkvøða fyri.

Tá ið lóglig avtøka er gjørd, verður avgerð tikin, hvat gerast skal við ognir felagsins við vanligum meiriluta. Tó skulu ognirnar latast feløgum ella stovnum, ið hava endamálsorðingar líknandi Djóraverndarafelagnum.

 

Viðtikið í 1975

Seinast broytt 8. mai 2013