• dvf209

Kettlingatíðin nærkast



Nú verður skjótt heitari í veðrinum og nú er ikki leingi til nógvar kettur fara at ganga á illum aftur, og frensarnir halda seg framat. Tí vilja vit heita á tykkum at fáa ketturnar og frensarnar hjá tykkum geldar í góðari tíð.

Kettlingarnir frá í fjør eru nú klárir at para seg og økja talið av óynsktum og eigaraleysum kettlingum.

Tað kann vera at tú klárar at tryggja at tínir 5 kettlingar fáa góð heim, men tað merkir at 5 aðrir kettlingar enda hjá Djóraverndarfelagnum ella verða avlívaðir.

Flestu útiløgukettur í Føroyum liva eitt syndarligt lív. Mett verður at meir enn 90% av øllum kettlingum, sum verða lagdir úti, doyggja av svongd, kulda, sjúku og ein partur verður tikin av rovdjórum. Tamir ógeldir frensar para seg við útiløgukettum, og tamar ógeldar kettur kunnu villast og byrja at leggja kettlingar úti. Kettueigarir kunnu gera sítt við at gelda sínar leysgangandi kettur.

Djóraverndarfelagið fekk sera nógvar kettlingar inn í 2018, bæði villkettlingar og frá fólki sum ikki kláraðu at finna sínum kettlingum góð heim. Vit eru enn um at drukna í kettlingum frá í fjør, sum enn ikki hava fingið góð heim. Trupulleikin vísir seg at vera vaksandi, og vit eru bangin fyri at 2019 verður enn verri. Tí gera vit eitt neyðarróp nú.

Tak ábyrgd og hjálp teimum óynsktu kettlingunum! Far túrin til djóralæknan og fá kettuna ella frensin geldan. Tað er ein eingangs upphædd, sum enntá kann leingja teirra livitíð og betra teirra heilsustøðu. 


#kettlingar #djóraverndsumhjartamál #geld


96 visninger

Seneste blogindlæg

Se alle

Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook