• dvf209

Er títt djór horvið?

Vit fáa sera nógvar fráboðanir frá fólki um at teirra ketta hevur verið burtur í fleiri dagar. Fleiri av teimum eru enn ikki komnar afturíaftur. Eisini kemur tađ fyri at hundar hvørva í nakrar dagar. Onki yvirlit er av horvnum djórum í Føroyum, men á okkara nýggju heimasíðu ynskja vit at gera eitt tílíkt yvirlit. Henda tænastan verður ókeypis fyri djóraeigarar og arbeiðið verður gjørt sjálvboðið av nøkrum av okkara fantastisku hjálparfólkum. Um tú eigur eitt djór sum er burtur og tú ynskir at lýsa eftir tí á okkara yvirliti, so ert tú vælkomin at fara inn á heimasíđu okkara og fylla út frymilin á síđuni sum leinkjan niđast í tráđnum her vísir til.

Um djóriđ hevur okkurt serligt merki (plett, arr osv.) er gott, um tađ ber til, at myndin vísir hetta.

---

Um tað er langtsíðani at tín djór hvarv og tú ivast um tað loysir seg, so vilja vit heita á teg at royna alíkavæl. Vit vita um fleiri dømi har kettur eru funnar aftur fleiri ár seinni og eru komnar heimaftur til sera glaðar eigarar. Í 2018 bleiv ein ketta í Danmark funnin og kom heim aftur til sín eigara 13 ár seinni! ❤


#Djóraverndsumhjartamál


132 visninger1 kommentar

Seneste blogindlæg

Se alle

Nýggja heimasíðan hjá DVF

Djóraverndarfelagið hevur nú fingið nýggja heimasíðu. Vit vóna at tit fáa gleði av henni. Um tit koma fram á onkra leinkju, ið ikki riggar sum hon skal, ella okkurt annað tit undrast á, eru tit vælkom

Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook