• dvf209

Ársaðalfundur hjá Djóraverndarfelagnum

Opdateret: 24. mar. 2019

Árligi aðalfundurin hjá Djóraverndarfelagnum verður hildin 27. apríl 2019 í hølunum hjá Hjálpirót á Velbastaðvegi 45, í Havn, kl 15. Djóraverndarfelagið bjóðar ein drekkamunn og ein kakubita. Um nakar hevur eitt evni at seta á skrá ella um onkur ynskir at stilla upp til nevnd, eru tit vælkomin at senda okkum ein teldupost á dvf@dvf.fo, í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fundin, 13. apríl 2019. Vit minna á at limagjald skal verða goldið fyri at hava atkvøðurætt til aðalfundin. Um tú ikki ert limur enn, sært tú hvussu tú gert tað undir: Stuðla DVF - Gerst limur.

Vit síggjast á aðalfundinum!


33 visninger

Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook