Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook

Ida & Lea

Navn: Ida og Lea

Aldur: Umleið 5-6 mánaðar

Kyn: Løður

Rasa: Blanda

Barnavinarlig: Ja

Von við onnur djór: Kettu

​Tá ketta skal yvirtakast, verður ein sáttmáli gjørdur millum Djóraverndarfelagið og nýggja eigaran. Hann kann síggjast her.

​Tá ketta skal yvirtakast, verður nýggi eigari biðin prenta yvirtøkusáttmálan út og hann skal havast við.

Kettur frá Djóraverndarfelagnum kosta 300 kr, peningur skal flytast á konto: 9181-171.213.8.

Er ikki onkur sum vil hava tvær sera fittar og hálvvaksnar kettur?
Ida og Lea eru tvær glaðar, forvitnar, rokaligar og stuttligar kettur. Tær elska at mann spælir við tær.

Tær eru umleið 5-6 mánaðir gamlar, eru systrar og hava altíð verið saman - bæði í góðum og ringum tíðum.
Tær eru so góðar við hvørja aðra, at tað hevdi verið synd at skilt tær at, tí fara tær bara í eitt heim, sum vil hava tær báðar.
Tað er deiligt og stuttligt at hava eina kettu, men tað er dupult so stuttligt at hava tvær - ella fleiri😊

Báðar verða steriliseraðar, chipmerktar og fáa ormakur og áðrenn ein eigari fær tær.
 

Ynskir tú at vita meira?