Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook

Dinna & Danni

Navn: Dinna og Danni

Aldur: Umleið 12 vikur

Kyn: Løða og frensur

Rasa: Blanda

Barnavinarlig: Ja

Von við onnur djór: Hund og kettu

​Tá ketta skal yvirtakast, verður ein sáttmáli gjørdur millum Djóraverndarfelagið og nýggja eigaran. Hann kann síggjast her.

​Tá ketta skal yvirtakast, verður nýggi eigari biðin prenta yvirtøkusáttmálan út og hann skal havast við.

Kettur frá Djóraverndarfelagnum kosta 300 kr, peningur skal flytast á konto: 9181-171.213.8.

Dinna (til høgru) og beiggin Danni (til vinstru) leita eftir heimi. Nakrir smádreingir funnu tey úti og bjargaðu teimum. Danni var sera sjúkur og treivst ikki líka væl sum Dinna í byrjanini, men hann kom væl fyri seg at enda. Av hesi orsøk er hann eitt sindur minni enn systir sín. Tey vóru rættiliga stygg, men tey venja seg við tilveruna í einum heimi og tađ gongur væl hjá teimum. Tó eru tey ikki heilt klár til eina smábarnafamilju enn, men størri børn kundu væl veriđ ein møguleiki. Tey eru fitt og lívlig sum kettlingar flest. Tey eru sera góð systkin og gera alt saman. Tí hevði tað allarbesta fyri tey verið at fingið eitt heim saman.

Hevur tú hug at geva Dinnu og Danni eitt gott heim? Ella hevur tú spurningar? So ert tú vælkomin at senda okkum eini boð :)

Ynskir tú at vita meira?