
Djóraverndarfelagið
Telefon: 50 45 33
Vælkomin á síðuna hjá Djóraverndarfelagnum! Heimasíðan er undir umbygging, beri yvir við okkum eina tíð afturat.
Okkara arbeiði
Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá djórum í Føroyum. Vit arbeiða miðvíst fyri at menna tilvitskuna hjá fólki – børnum sum vaksnum – um djór, teirra trivna, heilsu og vælveru.
-
Vit hjálpa djórum í neyð.
-
Er eitt djór burturvilst, hjálpa vit eigaranum, við at lýsa eftir djórinum.
-
Verður eitt djór í neyð funnið, royna vit fyrst at finna eigaran. Eydnast tað ikki, fer djórið í ansing og haðani víðari í eitt nýtt heim til nýggjar eigarar. Hetta eydnast ofta, men tó ikki hvørjaferð.
-
Seinasta loysn er, at djórið verður avlívað.
Vit kanna allar fráboðanir um misrøkt av djórum. Vit ringja til
ábyrgdara og/ella fara á staðið at kanna støðuna. Meta vit, at
tað er grundaður illgruni um djóramisrøkt, verður løgreglan
tilkallað. Løgreglan metir støðuna og avgerð verður tikin, um
djóralæknin skal tilkallast, samstundis sum teir meta, um sak
verður gjørd í málinum.
Øll, ið fráboða til Djóraverndarfelagið um misrøkt ella annað, vera
dulnevnd. Arbeiðið í Djóraverndarfelagnum er sjálvboðið og ólønt.
