Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook

Hevur tú funnið kettlingar?

Um tú finnur kettlingar er best at fylgja hesum 3. ráðum:

  1. Royn ikki at fara ov nær. Kettumamman er ofta ikki langt burturi. Um tú hevur funnið kettlingarnar í tínum hava, garagu ella annað tílikt stað, halt so eyga við um kettumamman kemur aftur. Um kettumamman ikki er komin aftur innan 2 tímar, ring til Djóraverndarfelagið á telefon 50 45 33.

  2. Gev ONGANTÍРkettlingum kúgvamjólk og róma. Teirra magi tolir hettar ikki, og teir kunnu gerast sera sjúkir. Um tað er alneyðugt at geva teimun nakað, kann vatn ella tikaramjólk gevast. Tó skal tikaramjólk bert gevast, til tú kanst geva kettlinginum mjólkaerstatning, ið kann keypast hjá djóralækna.

  3. Um kettumamman er nærhendis, royn so at taka myndir av henni og kettlingunum, uttan at órógva tey ov nógv. Send síðani myndirnar til Djóraverndarfelagið, og sig hvar í landinum tey eru stødd.