
Djóraverndarfelagið
Telefon: 50 45 33
Vælkomin á síðuna hjá Djóraverndarfelagnum! Heimasíðan er undir umbygging, beri yvir við okkum eina tíð afturat.
Sam
Navn: Sam
Aldur: 16 vikur (lagdur 10 des. 2018)
Kyn: Kallkyn
Rasa: Border Collie/Labrador
Vekt: ?
Barnavinarlig: Ja
Vanur við onnur djór: Hundar
Tá hundur skal yvirtakast, verður ein sáttmáli gjørdur millum Djóraverndarfelagið og nýggja eigaran. Hann kann síggjast her.
Tá hundur skal yvirtakast, verður nýggi eigari biðin prenta yvirtøkusáttmálan út og hann skal havast við.
Hundar frá Djóraverndarfelagnum kosta 500 kr, peningur skal flytast á konto: 9181-171.213.8.
Sam kom til Djóraverndarfelagið sum 6 vikur gamal, hann er nú 16 vikur. Hann kom saman við 5 systrum og foreldrum teirra. Systrarnar hava allar fingið nýtt heim, og nú er bara Sam eftir.
Sam er ein glaður, gløggur og aktivur hvølpur. Hann býr í løtuni saman við øðrum hundum.
Sam er lærunemmur og mest sum reinligur.
Sam er chipmerktur, koppsettur og hevur fingið viðgerð fyri orm.