Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook

Fráboða misrøkt

Um tú hevur illgruna um at eitt ella fleiri djór eru undir misrøkt, ber til at fráboða til Djóraverndarfelagið ella til løgreluna.

Øll ið fráboða misrøkt til Djóraverndarfelagið eru dulnevnd.

Um tað er møguligt, tak so myndir ella film av djórinum ið er undir misrøkt, og send tað til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook.

Djóraverndarfelagið tekur allar fráboðanir í álvara, og fara so skjótt sum til ber at kanna umstøður hjá djórum, ið eru undir misrøkt.

Um vit meta tað neyðugt, boða vit løgregluni frá sum so metir um djóralækni skal boðsendast.