Djóraverndarfelagið

Tlf: 50 45 33

Konto: 9181-171.213.8

  • w-facebook

Fylg okkum á facebook

Djór í neyð

Um tú kemur fram á djór í neyð, og ikki veist hvussu tú kanst hjálpa teimun, eru her nøkur góð ráð.

Um tú ikki finnur hjálp til tína støðu her, ert tú vælkomin at ringja til Djóraverndarfelagið á 50 45 33, ella senda okkum eini boð umvegis Facebook.

Kettur

Vilstar kettur:

  • Hevur tú illgruna um at ein ketta er burturvilst, kanst tú taka myndir av henni og senda tær til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook. Skriva eisini hvar í landinum kettan er funnin.

Vaksnar villkettur:

  • Um tú kemur fram á vaksnar villkettur skal kommunan fráboðast. Kommunan hevur skyldu at koma eftir teimun og fáa tær til djóralækna.

Kettlingar:​

  • Kettlingar, sí síðu um kettlingar:

 

Hundar

Leysgangandi hundar: 

  • Tak myndir av hundinum og send tær til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook. Skriva eisini hvar í landinum hundurin er funnin.

  • Hevur møguleika at taka hann við tær, er hettar sera gott.

  • Um tú ikki hevur møguleika at taka hundin við tær, ber til at ringja til løgregluna. Løgreglan sendir boðini víðari, til viðkomandi aktingarmann.

Flogfenaður

​Villfuglur:

  • Um tú kemur fram á ein skaddan fugl, kanna, um møguligt, hvar hann er skaddur. Um vongurin er brotin, er best at finna onkran, ið dugur at kippa hann. Ein brotin vongur lekist sjálvdan, og ofta koma fuglarnar ikki á flog aftur. Hevur fuglurin brotið eitt bein ella tílíkt, ber ofta til at bjarga honum. Ring til Djóraverndarfelagið, ella send okkum eini boð umvegis Facebook.

  • Er fuglurin veikur, men heilur, kann tað ofta verað nokk at taka hann inn eina løtu. Gev honum vatn og breyð, korn ella kjøt, og síðani frið eina løtu. Um hann ikki batnar, ella tú ikki hevur møguleika at taka fuglin inn, ber til at ringja til Djóraverndarfelagið ella senda okkum eini boð umvegis Facebook.

  • Finnur tú ein unga, ið er dottin úr reiðrinum er best at fáa hann í reiðrið aftur.

Hønur, dunnur, gæs og tílíkt:

  • Er talan um dunnur, hønur, gæs og tílíkt ið gongur leyst, kanst tú taka eina mynd og senda hana til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook. Ring til løgregluna og boða frá.

Havdjór (kópar, hval og tílíkt)

  • Kemur tú fram á eitt størri havdjór, skal løgreglan fráboðast. Teir venda sær til rætta mynduleika.

Ross, seyður og neyt

  • Kemur tú fram á leysgangandi ross, seyð ella neyt, skal løgreglan fráboðast. Teir seta seg í samband við viðkomandi aktingarmann.

  • Sært tú seyð ið er fastur í hegni ella øðrum, royn og fá hann leysan. Um seyðurin er komin skaða, er gott um tú tekur mynd av honum og sendir hana til Djóraverndarfelagið umvegis Facebook, og síðan boðar løgregluni frá.