Djóraverndarfelagið fær ongan stuðul frá tí almenna, og tað er tí alneyðugt at vit fáa pening inn annan veg. Peningurin, vit hava um hendi, er frá limum okkara og so frá teimum, ið javnan flyta okkum eina upphædd. Hetta eru vit sera takksom fyri.
Við at stuðla Djóraverndarfelagnum hjálpir tú okkum at stuðla teimum, ið ikki hava eina rødd sjálvi. Peningurin fer óskerdur til djórini.
Ynskir tú at stuðla okkum, at stuðla djórunum, kanst tú flyta pening á kontu okkara:
9181 17.213.8
 
Møguleiki er eisini fyri at lata aðrar gávur, so sum gomul teppir, handklæðir, kettu klóritrø, búður, fóður o.a. Hetta kann gerast við at seta seg í samband við okkum á telefon 504533 ella við at senda okkum eini boð á facebook.
  •  Alt ger mun!

Hjálp okkum at hjálpa djórunum!

Stuðul kann flytast á konto nr.: 9181- 171.213.8