Lýsingar

Um tit av onkrari orsøk eru komin í tí støðu, at tit mugu finna nýtt heim til djór tykkara, kunnu vit lýsa eftir nýggjum heimi fyri tykkum á facebooksíðu okkara. Um hetta er ynskiligt, verða tit biðin um at senda okkum ein tekst við sinnalagi, aldri, kyni osfr. av djórinum. Eisini eina mynd av djórinum, og tykkara telefonnummar, soleiðis at møguligur eigari fær sett seg í samband við tykkum.
 
Vit taka 100,- fyri at leggja lýsing út.
 
Skuldi lýsingin ikki riggað, og tit ynskja at vit taka djórið inn, kann hetta møguliga lata seg gera. Kravið er tó, at vit finna ansingarfamilju til djórið. Vit hava onki internat, har vit kunnu hava djórini, og tað merkir, at alt okkara virksemi er knýtt at okkara hjálparfólkum og teirra góðvilja. Tað merkir eisini, at okkara djór koma framum eitthvørt annað og tískil er tað ikki vist, at vit taka títt djór inn. Letur tað seg gera at taka tað inn, so taka vit pening fyri tað. 
 
Prísir fyri at lata djór inn:
Hundur 900,- men um tað er bráðfeingist so er prísurin 1500,-
Ketta 400,- og um tað er bráðfeingist, er prísurin 750,-
 
Kontunummar: 9181 171.213.8 og viðmerkjast skal "lýsing" ella navnið á djórinum, ið latið verður inn.