Við keyp av kettu/kettlingi frá okkum:

  • Kettlingar eru klárir til nýtt heim, tá teir eru 12 vikur gamlir. Einkult undantøk kunnu gerast galdandi, um tað av heilsuávum er neyðugt, at hann verður latin fyrr/seinni.
     
  • Tá djórð verður keypt frá okkum, skal eitt ognaðarskjal undirskrivast, ið sigur, at tit nú eiga djórið. Í sama skjali stendur eisini, at skuldu tit av onkrari orsøk verið noydd at sleppa tykkum av aftur við djórið, so skulu tit kunna okkum um støðuna, áðrenn djórið verður flutt. Verður hetta ikki gjørt, fellur djórið aftur sum okkara ogn og vit kunnu til eina og hvørja tíð fara eftir tí.
     
  • Hvørt tað er ketta ella frensur, skal djórið geldast, so skjótt sum tað er búgvið til tess. Hetta stendur eisini í ognaðarskjalinum, ið skal undirskrivast, tá ið djór verða keypt frá okkum.
     
  • Prísur: 300 kr.

Føddur

Fifi

Hendan lekkra daman er eitt sindur dovin. Hon dámar øgiliga væl at hyggja at, ímeðan onnur drøna runt. Hon hvílir í sær sjálvari og kann saktans klára seg uttan undirhald í fleiri tímar. Hon er sera góð við menniskjur, hundar og aðrar kettur. Hon býr nú saman við einum hundi, ið hon heldur er mamma sín.

Hon elskar mat, og at liggja heilt tætt at tær, og merkja hitan frá tær.

Í stuttum, so er hon ein varlig, rólig og kerlig dama, ið hevur uppiborið eitt fantastiskt heim.

Føddur

Felix

Felix er serstakliga fittur og góðsligur. Hann spinnur mestsum allatíðina og er sera glaður fyri selskap. Honum dámar sera væl at kelast og fáa uppmerksemi, bæði frá fólkum og djórum.

Hann heldur í løtuni at mamma sín er ein hundur, so at fara í heim við hundi, er ongin trupulleiki. Hann er róligur og stillur og vil helst bara kelast dagin langan.

Hann hevur sera góðan matarlyst, og so er hann eisini reinligur, hóast hann bert er 8 vikur gamal.

.