|
Frambrot á djórarættindindiøkinum í Evropa Samveldinum :) |
|
|
|
|
Sunday, 18 March 2012 19:09 |
|

Dyrenes Beskyttelse glæder sig over loft for transporttid for slagtedyr. Loftet skal dog gælde alle landbrugsdyr, mener foreningen
Over halvdelen af Europa-Parlamentets medlemmer har skrevet under på et forslag om, at europæiske slagtedyr maksimalt må transporteres otte timer. Det vækker stor glæde hos Dyrenes Beskyttelse, der dog undrer sig over beslutningen om kun at inkludere slagtedyr. "Transport er noget af det mest stressende, man kan udsætte dyr for. Derfor er vi meget glade for loftet på maksimalt otte timer for dyr, der transporteres til slagtning. Men i Dyrenes Beskyttelse mener vi, at dette loft skal gælde alle dyr. For en gris er transporten jo lige stressende, hvad enten den skal slagtes eller sælges videre til en anden landmand. Så hvorfor det kun er slagtedyr, der skal beskyttes mod for lange transporter, det forstår vi i Dyrenes Beskyttelse ikke", siger Pernille Fraas Johnsen, dyrevelfærdschef i Dyrenes Beskyttelse.
Les meira her |
|
|
Ady Gil World Conservation matchar krónu fyri krónu |
|
Monday, 10 October 2011 10:45 |
|
Djóraverndarfelagið fegnast um at boða frá, at Ady Gil World Conservation hevur bjóðað sær til at matcha hvørja krónu, ið verður latin Djóraverndarfelagnum, við einari krónu afturat. Peningurin skal flytast á konto 9181 - 171.213.8. Peningurin fer beinleiðis til kostnaðin, ið stendist av at gelda frensar og sterilisera kettur. Viðmerk: SPAYNEUT á flytingina. Takk fyri stuðulin
In English:
DVF is delighted to announce the AGWC will match every dollar donated to the DVF Spay & Neuter Campaign. Donations can be directed to SWIFT: EIKBFOTF IBAN: FO1191810001712138 Please make the notation: SPAYNEUT Thanks for the support |
|
Djóralistin komin á heimasíðuna |
|
|
|
|
Monday, 12 September 2011 18:50 |
|
Nú ber til at síggja øll okkara djór her á heimasíðuni.
Týst her: http://www.dvf.fo/index.php/djor.html
|
|
Føroya fyrsta djóraheim, innsavning við heimsfrumframsýning av The Whale |
|
|
|
|
Tuesday, 16 August 2011 02:57 |
|
Djóraverndarfelagið hevur seinastu árini merkt, at tørvurin á einum djóraheimi er vorðin alt meira átroðkandi. Djóraverndarfelagið hevur á hvørjum ári fleiri enn 300 djór gjøgnum sína skipan. Tí verður verkætlanin um føroyskt djóraheim sett í gongd nú. Ætlanin er at djórini hjá Djóraverndarfelagnum kunnu fáa eitt fyribilspláss, meting og møguliga átroðkandi viðgerð á djórheiminum – og síðani kunnu tey fara víðari í nýggj heim. Vit byrja verkætlanina við ongum minni enn einum stórum innsavningartiltaki í Norðurlandahúsinum. Tiltakið verður leygardagin 20. august í Norðurlandahúsinum.

Leygardagin 20. august 2011 fáa føroyingar eina heimsfrumframsýning av filminum The Whale. Filmurin er ein dokumentar um ein mastrahval, ið villist einsamallur inn í ein fjørð í British Columbia í Kanada. Tá ið hvalur ikki hevur nakrar av sínum líkum rundan um seg, roynir hann at gerast vinur við fólkið, ið býr á staðnum. Filmurin vísir eina søgu um, hvussu margháttligt tað kann ganga fyri seg, tá ið náttúra og fólk liva tætt saman. Vit hava valt at vísa júst hendan filmin, tí hann er sera hóskandi til føroyska samfelagið, har ið vit liva tætt knýtt at okkara náttúru og djórum. Søgan kundi eins væl verði úr Føroyum.
Filmurin er gjørdur av millum øðrum Ryan Reynolds og Scarlett Johansson. Suzanne Chisholm, ein av filmsframleiðarunum, verður við til sýningina saman við Ady Gil. Suzanne kemur at svara spurningum um framleiðsluna av filminum.
Í forhøllini í Norðurlandahúsinum fáa fólk høvið at síggja, hvussu nýggja djórheimið kemur at vera og ítøkuligu ætlaninir – og høvi verður at seta spurningar.
Inntøkurnar frá tiltakinum, ið Djóraverndarfelagið stedur fyri, fara til djórheimið. Ady Gil stuðlar tiltakinum.
Kostnaðurin fyri atgongumerkið er kr. 85,-. Atgongumerkið kunnu keypast á www.NLH.fo
|
|
|
|
|