|
Wednesday, 01 December 2010 19:23 |
|
Til tykkara, ið leita eftir nýggjum heimi til kettlingar. Kettlingar eru klárir at fara frá mammuni, tá ið teir eru í minsta lagi 12 vikur gamlir. Verða kettlingar latnir áðrenn 12. viku, kann tað hava álvarsligar fylgjur fyri kettlingarnar. Djóraverndarfelagið góðtekur IKKI at lýst verður á facebooksíðuni hjá felagnum við kettlingum, ið ætlandi verða latnir áðrenn teir eru 12 vikur gamlir. Lýsir tú ein ella fleiri kettlingar, og ætlar at lata teir áðrenn teir eru 12 vikur gamlir, heita vit inniliga á teg um at seta teg inní, hvat tað inniber fyri kettlingarnar. Hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tel. 50 45 33. Vit taka okkum rættin til at strika lýsingar við kettlingum, ið ætlanin er at lata áðrenn 12. viku. Hevur tú ætlanir um at fáa tær ein kettling? Tryggja tær, at hann er 12 vikur gamal. Ósannar mytur um kettlingar - "Kettlingar eru klárir at fara frá mammuni, tá ið teir duga leppa, eta og brúka kettubakka." Mamman gevur teimum tryggleika, og lærir teir kettuatburð - eisini eftir, at teir hava lært, at leppa, eta og brúka kettubakka. - "Kettan verður troytt av kettlingum, tá ið teir eru umleið 6-7 vikur gamlir." Kettan verður ikki troytt av kettlingum, men teirra tørvur broytist frá at liggja hjá mammuni allan dagin, til at hon hartar teir, lærir teir at berjast, veiða og spæla - umframt mangt annað. - "Kettlingar boppa og tøva á fólki, tí teir hugna sær." Kettlingar boppa og tøva, tí teir hava ein sakn eftir tí basala frá mammuni. Tað er tekin um, at teir eru tiknir ov tílðliga frá mammuni |
|
|
Wednesday, 29 September 2010 00:00 |
Djóraverndarfelagið hevur flutt seg seinasta árið frá at vera áhugafelagskapur til atvera neyðhjálparfelagskapur.Broytingin hevur havt kollveltandi avleiðingar við sær. Arbeiðsbyrjan er fleirfaldað,og fíggjarliga trýsti á felagið hevur sligið botnin úr tí lítlu fíggjarligu orku, sum felagiðhevði. Alt arbeiði í felagnum hevur verið sjálvboðið, og nevndarlimirnir berapersónliga tann stóra meirkostnaðin av eksponentielt vaksandi virksemi.
Við at varpa ljós á økið, hevur Djóraverndarfelagið sett hol á ein tørv, sum hevurhungrað eftir viðgerð til fánýtis mong ár.
Bert miðfyrisiting av dagliga virksemi Djóraverndarfelagsins krevur 5 ársverk avsjálbodnu arbeiðsmegi okkara. Umframt hetta koma sjálvbodnu ansingarstøðini tilupptikin djór, viðgerð og ansing av sjúkum djórum. 24-tíma tilkallingarlingartænastan,djóraráðgevingartænasta. o. a.
Fíggjarliga vakuumið ger, at framtíðin hjá felagnum er óviss.
Tað eru serliga djóraheilsu- og fóðurútreiðslur, sum drena fíggjarligu orku felagsins.
Felagið fær millum 25-35 uppringingar um dagin. Fraboðanir um djórapínslu,misrøkt, upptikin djór, djór, ið mangla nýtt heim eru bara nakrar av uppgávum felagið hevur fingið.
Felagið megnar í núverðandi støðu at ikki savna og samskipa alla sjálvbodnu arbeiðsmegina,tí málini eru so mong rúgvusmikil.
Av hesari orsøk, hevur Djóraverndarfelagið søkt Føroya Landstýri um 600.000 kr. í studningini fyri árið 2011,umframt 150.000 í bráfengishjálp fyri árið 2010, soleiðis at virksemi kann halda fram.
Vit, ið vara av Djóraverndarfelagnum, bíða í spenningi eftir, at fíggjarlógin verður løgd fyri tingið.
Rúni Nielsen, næstformaður
|
|
Monday, 21 June 2010 00:00 |
|
Hesa tíðina, á hvørjum ári, sær DVF somu gongdina. Tað koma rúgvuvís av kettlingum til verðina, sum sjálvandi er stuttligt at síggja. Skuggasíðan av hesum er, at ein stórur partur av teimum ikki kemur at liva longur enn til 10-12 vikur. Fleiri av kettlingum verða avlívaðir longu fyrsta dagin teir koma til verðina. Hetta kann vera til ampa fyri kettuna, tá ið hon gongur og leitar eftir teimum, og fær hon kettlingar enn einaferð, kann hon finna uppá at leggja teir úti, ella rýmur hon fyri at leggja. Tað eru alt ov nógvir kettlingar í umfari, og ikki nógmikið av avtakarum. Ketturnar ganga aloftast av illum frá januarmánaða og út á várið. Kvidnar kettur leggja kettlingar eftir 9 vikum, og kunnu finna uppá at ganga av illum beinanvegin aftur, um tær hava lagt nóg tíðliga um várið. Tó skal ansast eftir, tí ketta kann sjálvandi ganga av illum alla tíðir í árinum, men tær flestu hava lyndi til at ganga av illum fyrru helvt av árinum. Ketta leggur í millum 3 og 8 kettlingar í hvørjari løðu. Tað mest vanliga er 4-5 kettlingar. Eigur tú kettu eru boðini einføld: Steriliserað hana og geld frensin. Ynskir tú kettlingar? Ger tær tað greitt áðrenn, og ver tilreiðar: - at finna avtakara til ketlingarnar, áðrenn teir koma í verðina, og ver tilreiðar at taka ketlingarnar til tín sjálvs um nýggju eigarirnir broyta meining. - at geva kettlingunum eina góða byrjan við at geva teimum heilsukanning við ormakuri og kippmerking. Hetta verður gjørt hjá djóralækna, og kostar uml. 600-800 kr./ketling - at hava ketlingarnar til teir eru í minsta lagi 12 vikur gamlir. Kettlingar eru klárir at fara frá mammuni eftir 12 viku. Í Danmark er tað revsivert at lata kettlingar áðrenn hesa tíðina. - at gera tær greitt, at nýggi eigarin kemur at taka sær væl av ketlinginum, og geva honum tað, ið hann hevur tørv á - eisini við atliti til djóralækna. Tryggja tær eisini at nýggi eigarin steriliserar kettuna ella geldur frensir, tá ið hon/hann kemur til aldurs. Tey, ið ikki ynskja at sterilisera kettuna, men ikki ynskja kettlingar, kunnu geva kettuni p-bollar. P-bollar verða givnir einaferð um vikuna, og tí er eisini ein vansi, at teir verða gloymdir, og virka tí ikki. Tað er í løtuni kjak um, p-pillar kunnu elva til kreft hjá kettum.Tí er tað eisini vert at umhugsa hvør loysn hóskar best til tína kettu. Tað er ikki neyðugt, at ketta fær kettlingar einaferð, áðrenn hon fær p-bollar ella verður steriliserað. Djóraverndarfelagið hevur í løtuni 14 ketlingar í varveitslu. Teir eru frá 5 ymiskum løðum. Ein partur av teimum eru klárir at fara í nýtt heim, og verður ikki funnið heim til teirra, er seinasta og einasta loysnin hjá Djóraverndarfelagnum at avlíva teir. Umframt hesar eru uml. 10-15 kettlingar lýstir á heimasíðunum hjá Djóraverndarfelagnum. Talan er her bert um teir kettlingar, har ið eigarin hevur sett seg í samband við Djóraverndarfelagið. Felagið er eisini vitandi um, at aðrar lýsingarsíður hava eina rúgvu av lýstum kettlingum. Høga talið av ketlingum í varðveistlu setur stórt trýst á pleygufamiljurnar, ið Djóraverndarfelagið hevur til kettur, og tørvurin á fleiri pleygufamiljum er tí sera stórur. |
|
|
|
|
|
|