Banner

Tíðindabræv

Rita inn



Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Vælkomin
Saturday, 13 November 2010 19:26

Halló, góði djóravinur

Djóraverndarfelagið arbeiðir fyri at betra umstøðurnar hjá djórum í Føroyum.
Vit arbeiða miðvíst at menna tilvitskuna hjá fólki – børnum sum vaksnum – um djór, teirra trivnað, heilsu og vælveru.
Vit hjálpa djórum, og taka tey upp tá ið tey eru vilst, burturmist, eftirlatin ella av aðrari orsøk hava tørv á okkum. Vit royna fyrst at finna eigaran. Eydnast tað ikki, fer djórið í ansing og haðani víðari í eitt nýtt heim til nýggjar eigarar. Hetta eydnast ofta, men tó ikki hvørjaferð. Seinasta loysn er, av djórið verður avlívað.
Vit kanna allar fráboðanir um misrøkt av djórum. Vit ringja ábyrgdara og/ella fara á staðið at kanna støðuna. Meta vit tað er grundaður illgrunni um djóramisrøkt, verður djóralækni tilkallaður. Djóralæknin metir um støðuna, og avgerð verður tikin um málið verður melda til løgregluna.
Øll, ið fráboða til Djóraverndarfelagið um misrøkt ella annað, verða ónevnd.
Nevnd og starvsfólk hjá Djóraverndarfelagnum hava undirskrivað avtalu um tagnarskyldu.
Arbeiðið í Djóraverndarfelagnum er sjálvboðið og ólønt.
Vit samstarva við Dyrenes Beskyttelse, og tú fært, sum limur í Djóraverdarfelagnum, tíðarritið Dyrevennen sendandi ókeypis. Limagjaldið er 200 kr. fyri einstakar limir, og 300 kr. fyri hjún. Limagjaldið verður goldið á kontu í Eik-banka 9181-5324752.
Um onkur rindar meira enn ásetta limagjaldið, fer tað til verkætlanina at byggja eitt djórainternat.
Vit eru at hitta á telefon nr. 504533

Vinarliga Djóraverndarfelagið

 
Um Djóraverndarfelagið
Saturday, 13 November 2010 16:58

Djóraverndarfelagið

Postboks 1365

110 Tórshavn

Nevnd

Tel. 50 45 33 (bráfengistelefon)

Teldupostur: dvf(a)dvf.fo

-------------------------------------

Skrivstova

Bringsnagøta 2

100 Tórshavn

Tel. 56 77 22

Teldupostur: djor(a)dvf.fo

-------------------------------------

Stuðul

Tel. 56 77 23

Teldupostur: studul(a)dvf.fo

-------------------------------------