|
Wednesday, 01 December 2010 15:19 |
|
Ynskir tú eitt djór frá Djóraverndarfelagnum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 50 45 33 ella skriva til okkum á
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
Djórini á djóralistanum eru í ansing hjá húskjum kring Føroyar. Ynskir tú at síggja eitt av djórinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, og fáa avtalu í lag.
Tá ið tú fært eitt djór frá Djórverndarfelagnum, átekur tú tær at verða nýggi eigarin hjá djórinum, og at passa tað á tann hátt, ið tað hevur tørv á. Hendan avtalan verður gjørd við einum skrivligum sáttmála, ið verður undirskrivaður av Djóraverndarfelagnum og nýggja eigaranum.
Djóraverndarfelagið tekur kr. 500 kr fyri hvønn hund, ið verður latin til nýggjan eigara, somuleiðis tekur DVF 300 kr fyri kettur.
Kostnaðurin er ein stuðul til Djóraverndarfelagið. Peningurin verður brúktur til ansing av djórum og innsavning til eitt internat |