|
Thursday, 16 December 2010 22:42 |
|
Hundar Tá ið hundur verður tikin upp, verður fyrst kannað um hundurin hevur kipp ella aðra eygmerking (hálsband), ið vísir aftur til eigaran. Djóraverndarfelagið fær altíð boð, tá ið hundur verður tikin upp. Vit lýsa fundna hundin her á heimasíðuni. Hevur tú mist hundin burtur, ring so til okkum á tel. 50 45 33 og/ella til løgregluna á 35 14 48. Løgreglan kunnger við mynd á skilgreinaðum støðum, at hon hevur tikið hundin upp. Hundar eru í mesta lagi 3 dagar í varðveitslu hjá løgregluni. Eftir hetta fær Djóraverndarfelag hundin. Vit seta eina eftirlýsing á heimasíðuna við mynd frá tær og kunning um hundin.
Kettur Tá ið ketta verður tikin upp, verður fyrst kannað um kettan hevur kipp ella aðra eygmerking (hálsband), ið vísir aftur til eigaran. Djóraverndarfelagið fær kettur, ið fundnar verða, í varðveitslu. Vit lýsa fundnu kettuna her á heimasíðuni. Hevur tú mist kettu burtur, ring so til okkum á tel. 50 45 33 ella send okkum teldupost á
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
. Vit seta eina eftirlýsing á heimasíðuna við mynd frá tær og kunning um kettuna.
Kaninir og onnur djór Sama er galdandi fyri kaninir og onnur djór, sum fyri kettur
Er títt djór horvið?
Send okkum myndir, eitt sindur um djórið og hvar tað er horvið á djor(at)dvf.fo ella ring til okkum á tel. 56 77 22 |