Frásagir
Tíðindabræv
Lat pening
Kettlingarnir báðir hava klivið upp í eskjuni fyri at halda hitanum, men eru vornir so maktaði, at teir ikki hava megna at koma úr
aftur eskjuni.
Uttan vatn og mat hava teir soleiðis ligið í óivað longri tíð. Tað var í evstu stund, at kettlingurin var bjargaður. Tíverri var tað ov seint fyri hini bæði sysktini hjá honum.
Kettlingurin var einans skinn og bein, tá ið hann var funnin. Hann var ógvuliga kaldur, og har til bæði svangur og tystur. Tað eydnaðist okkum at fjálga um hann við teppum og steinull í einum flutningskassa til kettur, og eisini at fáa eitt sindur av kettumati og vatni í hann.
Kettlingurin hevur tað gott nú,
Vit hava mett hana til at vera umleið 8 vikur gamlan. Hon er ógvuliga loðin, helst av onkrari skógkattaætt. Hon vigaði tann 9. august 2009 - tveir dagar eftir tepru bjargingina - einans 561 g. Hon hevur ment seg nógv, etur væl og ernast dag um dag

