|
Saturday, 13 November 2010 20:22 |
|
Ert tú so óheppin at renna á seyð Skalt tú beinanvegin ringja til løgregluna, sum so ringir til bóndan. Hetta hevur tann stóra fyrimun, at djórið ikki pínist, tí tað verður avlívað beinanvegin. Viðvíkjandi tryggingini, so kemur óhappið ikki at kosta tær nakað, men bóndin fær sítt endurgjald.
Tíðanverri kemur tað meira enn so fyri, at fólk ikki nýta hesa mannagongdina, eitt nú vóru tríggjar ær yvirkoyrdar á Velbastaðvegnum við Velbastað. Tað bleiv ikki fráboðað, so djórini vórðu liggjandi hálvdeyð við vegin, til mjólkabilurin kom til garðin eftir mjólk og segði frá.
|