Banner

Tíðindabræv

Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Kippmerking av djórum
Saturday, 13 November 2010 20:42

Djóraverndarfelagið mælir øllum hunda- og kettueigarum at kippmerkja djór síni, umframt at geva teimum hálsreim við navni og telefonnummari.

Kippmerkið er eitt evarska lítið kipp, sum djóralæknin setur undir húðina á djórinum. Kippið er forrita við einum eyðkennisnummari, sum tengir teg saman við djórinum. Djóralæknarnir umsita hendan dátugrunn.


Eitt kippmerkt djór kemur skjótari heimaftur. Somuleiðis er galdandi fyri djór við eitt nú hálsbandi við navnaskelti og telefonnummari. Tó skal viðmerkjast, at vandi er fyri, at djórini missa hálsbandi.

Tilmælt verður tí at brúka bæði kipp og annað frámerki.

Djóraverndarfelagið, løgreglan og djóralæknarnir hava øll hvør sín kipplesara.