|
Sleppur tú at hava kettu í húsi? Er tín bústaður í íbúðarøki ella eigarfelag, kunnu verða serligar reglur um húsdjór. Vanliga er hetta eingin trupuleiki.
Ynskir tú eina tvørættarkettu ella reinættarkettu.
Ynskir tú eina familjukettu, sum hevur frítt at ganga inni sum úti, er ein vanlig tvørættarketta eitt gott val.
huskettaYnskur tú eina reinættarkettu eru nógv ymisk sløg at velja ímillum. Hædd kann takast fyri útsjónd, atburði og røktartyngd. Les um tær ymisku ættarkettunar áðrenn, tak samband við kettufelag og ger tær eina heildarmynd av kettuslagnum áðrenn tú velur.
Tá ið kettan kemur í húsið
Tað er ein stór broyting fyri eina kettu at koma í nýtt heim. Tí er umráðandi at gera kettuni karmarnar soleiðis, at hon følir seg trygga. Brúka vit og skil at gera húsini klár til kettuna. Legg til merkis niðanfyristandi vandar:
* Ketta skal hava stað, har hon kann fara burturfrá at hvíla uttan órógv. * Ketta skal hava at vita, hvar kettubakkin stendur. * Tað er av størsta týdningi, at ketta í fríði og náðum kann kanna nýggja heim sítt. Verðið tí tilvitað um: * at leggja kummulokið niður, soleiðis at ketta ikki sleppur niður í og druknar. * at ketta ikki sleppur inn nakrastaðni har torført er at koma út aftur. * at ketta ikki spælur við leidningar * at ketta ikki kemur í klemmu, eitt nú í einum opnum vindeya. * at ketta ikki sleppur út gjøgnum vindeyu har høgt er niður. * at ketta ikki gongur á heitum kókiplátum.
Djóraverndarfelagið mælir fólki til at fáa sær tvær kettur.
Ketta hevur tørv á samveru við øðrum kettum. Tí er best at fáa sær tvey systkin. Hetta hevur størst týdning fyri innikettur.
Um tú longu hevur kettu, og ætlar tær eina aftrat, so kanst tú minka um møguligar trupuleikar við hesum ráðum:
* Hav ketturnar í hvør sínum rúmi, tá ið eingin er inni. * Hav tveir kettubakkar, og blanda grúsið frá báðum saman, so tær venja seg við luktin av hvørjari aðrari. * Gev teimum at eta í senn, og í sama rúmi, men so miki langt frá hvørjari aðrari, at tær ikki verða strongdar og verja matin. * Ven ketturnar spakuliga at vera saman. Best er um tvey fólk sita við hvør sínari kettu, og skiftast um. * Gev kettunum jaligan ans, tá ið tær eru saman, og minni tá ið tær eru hvør sær. Kettan lærir tá, at tað er jaligari, tá ið hin kettan er hjá
GG! Tað kann vera trupult at læra tvær kettur samveru, sum ikki eru uppvaksnar sama.
Ketta og hini húsdjórini
Hevur tú onnur húsdjór, tá ið tú fært kettu, mást tú ansa eftir, at øvundsjúka ikki stendst djóranna millum. Djór, ið verða gloymd, kenna tað á sær. Róligur og høviskur atburður smittar yvir á djórini.
Harmast ikki um ein eldri ketta hartar ein nýggjan kettling og setur hann uppá pláss. Tær nýtist heldur ikki at harmast, um kettan alt ikki hevur áhuga fyri honum. Djór kunnu ikki tvingast at hava samband. Ver tolin og ansin, so fáa djórini tíð at venja sg til hvønn annan.
Hundur og ketta saman
Í nógvum heimum ber tað til at hava hund og kettu saman og summi síggja entá út til at hava stóra gleðið av hvørjum ørðum. Gev tó gætur. Hundur hevur sterkar íbornar veiðufrumkenslur, ið meira ella minni noyða hann at jagstra kettur ella onnur djór. Ræðist kettan, og rennur undan, kann tað vekja veiðufrumkensluna hjá hundinum. Hesum gerst kettan strongd av. Jagstranin merkir ikki neyðturvuliga, at hundurin ger av við kettuna. Hvussu langt hundurin fer í jagstran síni veldst, hvussu sterkar tær íbornu veiðufrumkenslurnar eru. Tað veldst eisini eftir hundaættini. Spísshundar, terriar og nakrir veiðuhundar síggja kettu sum fong.
Best er um hundur og ketta sleppa at vaksa upp saman. Hvørlpar og kettlingar hava lættari við at tillaga seg, enn vaksin hundur ella ketta. Tað ber tó til, at taka vaksna ketta inn í familju, har hundur er áður - og øvugt. Tolni, ansni og treiskni skulu til.
Ketta er rovdjór Stovufuglar, kaninir, hamstarir og marsvín er nattúruligur fongur fyri kettu. Ketta hevur eina vælmenta veiðufrumkenslu. Hesi djór skulu tí verða í tryggum búrum, soleiðis at kettan ikki kann jagstra tey. Sjálvt, tá ið djórini eru í tryggum búrum, skal kettan ikki hava loyvi at koma nærhendis teimum. Hetta elvir búrdjórunum óneyðuga strongd. |