Banner

Tíðindabræv

Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Árenn tú fært tær kettu
Saturday, 13 November 2010 20:40

Sleppur tú at hava kettu í húsi? Er tín bústaður í íbúðarøki ella eigarfelag, kunnu verða serligar reglur um húsdjór. Vanliga er hetta eingin trupuleiki.

Ynskir tú eina tvørættarkettu ella reinættarkettu.

Ynskir tú eina familjukettu, sum hevur frítt at ganga inni sum úti, er ein vanlig tvørættarketta eitt gott val.

huskettaYnskur tú eina reinættarkettu eru nógv ymisk sløg at velja ímillum. Hædd kann takast fyri útsjónd, atburði og røktartyngd. Les um tær ymisku ættarkettunar áðrenn, tak samband við kettufelag og ger tær eina heildarmynd av kettuslagnum áðrenn tú velur.

 
Kettlingar
Saturday, 13 November 2010 20:26

Tá ið kettlingurin er vorðin 12 vikur, er hann klárur at fara frá mammuni. Hann hevur tá  lært tað hann skal frá henni. Tað besta tú kanst gera, tá ið tú fært tær kettling, er at taka tvey kettlingasyskin - tá verður broytingin ikki so kolveltandi fyri tey. Gleðin tey fáa av hvør øðrum er stór, og gleðin tey geva er størri.

Kettlingar hava tørv á nógvum svøvni. Vanligt er at teir sova um 20 tímar hvørt samdøgur. Teir eru ógvuliga forvitnir og sera virknir, tá ið teir eru vaknir. Teir tíma væl at spæla og læra.

 
Hyggjuráð í ketturøkt
Saturday, 13 November 2010 20:23

Tað er best at hava tvær kettur, um møguleiki er til tess. Allarbest er um tær eru syskin úr somu løðu. Hetta stimbrar samverutørv kettunar.

Er búðøkið lítið, er gott hugskot at seta hillar upp til kettuna í ymiskum hæddum. Tá veitir tú kettuni fjølbroytni í bólum, yvirlit og tryggleika.

Hevur tú fleiri kettur býta bústaðarøki upp sínamillum. Um tú tá fær tær kettuhillar, einast ketturnar betri, trívast og hava lættari at finna sítt egna trygga pláss.

Ketta er ikki flokkdjór. Hon er ikki lýðin nøkrum ávísum leiðari, sum hundar gera - heldur ikki familjuni hon býr hjá. Ketta ger, sum ketta vil. Hetta er tó eingin forðing fyri, at hon er sosial og góð familju sína.

Spøk ketta hevur tað fyri at kína við labbum sínum teimum hon er góð við um kinnarnar. Henni dáma eisini væl at liggja tætt hjá og tøva við labbunum, júst sum kettlingur ger hjá mammu síni, tá ið hann fær sær. Tó eru ikki allar kettur, ið tíma so væl at liggja hjá fólki. Tær tíma heldur ikki altíð at verða tiknar upp.

Ein vinarlig ketta sær eyguni smá. Ein ert ella hótt ketta ger sær eyguni stór, leggur oyrini aftureftir og hevur halan beint uppeftir - halin gerst ofta tjúkkur. Kennir ketta seg trongda í ein krók, bukkar hon seg niður og fýsur. Hárini reisa seg eisini, so at ketta gerst frísut, og tikist størri enn hon er. Ketta reisir rygg, um er óð heldur enn bangin og byrja álop sítt eftir lið.

Er kettan rødd, hevur hon víðvkaðar og rundar pupillur. Pupillurnar smalkast, tá ið kettan er óð ella spent. Heldur ketta halanum stillum beint í loft, er hon vinarlig. Letur hon harliga við halanum, er hon ert ella øst. Tá ið ketta upptikin av einum hvørjum, situr hon pinnastill og letur við ytsta partinum av halanum.


Ketta strittar
Ketta kann vanligt sita niðri og pissa. Hon kann eisini stritta sítt land runt. Hetta ger hon fyri at draga kettur av hinum kyninum til sin. Ketta strittar eisini um hon er ótrygg, ella tevjar onnur djór í nærumhvørvinum. Ketta stendur, tá ið hon strittar. Sum oftast strittar hon upp eftir veggum. Bæði ketta og frensur stritta. Tað merkist ramari hjá fressum.

Ketta kann ikki venjast frá at stritta, men orsøkin til strittanina kann beinast burtur. Strittar kettan, tí hon gongur av illum, so kann hon fara til djóralækna at vera gjeld. Strittar hon, tí hon er ótrygg, kann ráðgeving útvegast frá djóralæknan ella kettaatburðarserfrøðingi.

Heilivágur til kettu
Gev ongantíð kettu heilivág, sum ikki er útskrivaður av djóralækna. Vanligur pínutálmandi heilivágur, sum Panodil, Pamol ella Pinex, er eitur fyri kettu og kann sláa hana í hel.

Reinføri
Ketta er sera reinlig, og fært tú kettling, ið er 12 vikur gamal, so er hann oftast reinligur og vanur við kettubakka ella kettulem.

Kettubakkin skal standa á friðarligum stað og langt frá matskálini. Hevur tú kettling, skal bakkin standa á somu hædd sum kettlingurin býr. Kettubakkin skal haldast reinur og nýtt grús fyllast í og við jøvnum millumbilum skal alt grúsi skiftast út. Tað, sum kettan leggur eftir seg í bakkanum, skal burturbeinast hvønn dag. Verður kettubakkin ikki hildin reinur, finnur kettan eitt annað stað at vitja.

Gras
Ketta heldur seg reina við at vaska sær. Hetta inniber, at hon svølgir nógv hár. Hárini leggja seg saman í bóltar í búkinum á kettu. Kettu tørvar gras at sleppa av við hárbóltarnar. Ketta, ið sleppur út, sæst týðum býta gras. Hon spýr grasið uppaftur saman við hárbóltunum. Inniketta má fáa sítt gras á annan hátt. Kettugras fæst til keyps í blómuhandlum.

Soleiðis slepst eisini undan, at ketta etur urtapottar.


Fóður
Ketta skal hava egna matskál, og skal fóðrast fastar tíðir. Tað loysir seg at keypa hágóðsku kettufóður, tí hon etur minni av tí dýrari fóðrinum.

Hundamatur er ikki skikkaður til kettu. Ketta skal hava meira eggjahvítaevni (protein) enn hundur.

Kettumaturin skal altíð verða feskur. Etur ketta ikki upp, skal matskálin tømast.

Ketta skal atgongd til feskt vatn alla tíðina. Gev gætur, at kettumagi ikki tolir neytamjólk.

Koppseting, ormakurur og árlig heilsukanning

Vit mæla til, at tú fer við kettuni til djóralæknan til árliga heilsukanning, koppseting og ormakur.

Oyru
Vanliga halda oyrini hjá kettu sær rein, men tað er gott at hyggja eina ferð um vikuna, tá kettan ikki sjálv kann reinsa oyrir. Tú kanst reinsa oyrini hjá kettini við onkrum á lítlafingr. Brúka ongantíð oyrapinnar ella annað líknandi. Far til djóralækna við kettuni, um tað er óvanligur skittur, slím ella tílíkt í oyrinum á kettuni.

Pelsurin
Tað verður frámalt at koyra kettur í bað, men haraftur ímóti er tað gott fyri kettuna, um tú bustar henni javnan. Tá sleppur kettan undan nógvum hári, sum annars verður til hárbóltar og hettar gevur gott samband við kettuna. Langhardar kettir krevja serliga pels røkt og tí er best um tú finnur tilfar, eitt nú bøkur, í passa best til tína kettu.

Neglir
Tað er náturligt fyri kettu at krassa neglir, tá hon krassar gevur hon nøkur lugtevnir frá sær, sum hjálpa henni at markera sítt øki, eisini slípar hon ovasta lagi av neglum.

Fáa eitt træ krasse bretti til kettuna, kettir elska at krassa á træ brettir og tá kettan hevur krassebretti, letur hon møblar og annað fáa frið. Krassibrettir kunnu keypast hjá djórahandlara ella í matvøruhandlum.

Krassebrettir skulu hanga høgt uppi á vegginum, minst 70 cm frá gólvinum, soleiðis at kettan kann strekkja seg.

Hvis kettan er inniketta, kann tað verða neyðut at kippa neglirnar, hvis kettan hongur føst, tað kann gerast við einari serligar tong, ið vanliga kann fáat hjá djóralæknanum ella djórhandlaranum.

Hvis kettan ikki er inniketta, skulu neglirnar ikki klippast, tá hon brúkar tær út í nátúrini sum reiðskap og til at verja seg við.

Giftigir urtapottar
Tað eru nógvar vanligar utrapottar, ið eru giftir fyri kettir, teir eru millum annað:

påskelilje, tobak, tomat, vintergæk, nerie, hyacint, blå anemone, engblomme, guldregn, gyvel, lilje, julestjerne, filodendron, caladium (elefantøre), laurbær, efeu (vedbend), azalea, mistelten, kristtjørn, ærteblomst, ridderspore og lupin.

Hevur tú ein ella fleiri av hesum urtpottunum, er tað sera týdningarmiki at kettan hevur atgongd til græs, tá tað minkar um møguleikan fyri at kettan leggur á urtapottarnar

Merking
Ketta skal verða chipmerkt, hvis kettan ikki longu er chipmerkt, má hettar gerast skjótast gjørligt, bæði fyri tína skyld og fyri kettuna. Merking fer fram hjá djóralækna og kostar uml. 400 kr.

Verður kettan funnin uttan chipmerking ella hálsband, er stórur møguleiki fyri at hon verður avlíva.
innikettir skulu eisini chipmerkast

Minst til, at sjávlt um kettan er chipmerkt, so skal hon eisini hava hálsband við navni og telefon nr hjá eigara, tá kann tað ganga enn skjótari, at fáa tína kettu aftur, finnur onkur hana, kunnu tey beinanvegin ringja til tín.
Djóraverndarfelagið hevur ein chip lesara eins og djóralæknarnir, tað er tó ikki altíð, at fólk ringja til Djóraverndarfelagið ella djóralæknan, tí er tað sera hent um kettan hevur hálsband.
Skráseting av kettum er hjá Djóralæknunum í Føroyum og tað er bert møguligt at fáa fatur á skrásetingini í vanligari arbeiðstíð, hettar kann eisini leingja um tíðina kettan er burtur.

Sterilsering/gjelding av frensi
Hvis tú ikki hevur ætlanir, um at alva kettu, so skal ketta serliserast og um tað er frensur gjeldast.