Banner

Tíðindabræv

Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Innsavning til Internat
Hjálp okkum at byggja heim til heimleysu djórini
Saturday, 13 November 2010 20:13

Djóraverndarfelagið sær ein sera stóran tørv at fáa eitt djórainternat
í Føroyum, og tí royna vit at byggja eitt. Djórainternatið er eitt stað, ið djóraverndarfelagið kann taka ímóti djórum, og hava tey í varðveitslu í styttri tíðarskeið.

Á Djórainternatinum kunnu burturvilst húsast her til eigarin er funnin. Djór, sum skulu í nýtt heim, kunnu húsast her, áðrenn tey fara til fosturfamilju, sum innslúsar tey í nýggja heimi. Sum støðan er í dag, hava vit umleið 10 húski í Føroyum, sum røkja júst hesa uppgávu. Umstøðurnar loyva tí ikki at húsa øllum, og Djóraverndarfelagið fær tíðum ikki tikið ímóti djórum vegna plásstrot.
Eitt tílíkt djórainternat hevði gjørt, at Djóraverndarfelagið kundi røkt sína uppgávu enn betur.

Hjálp okkum at byggja internatið við at lata pening á kontu í Eik-banka: 9181-5324752.