|
Saturday, 13 November 2010 20:39 |
|
Hetta er tað mest grundleggjandi um hvølpar. Hetta skal gerast, um tú ynskir tínir hvølpar at blíva til sunnir, góðir og lærunemmir hundar, sum eru ein stuttleiki at fáast við:
hundahv1. Tíkin skal hava ormakur 14 dagar, áðrenn hon leggur.
2. Hvølparnir skulu hava ormakur, tá teir eru 4 vikur gamlir, aftur tá teir eru 6, og tá teir eru 8 vikur gamlir. Tosa við djóralæknan hesum viðvíkjandi.
3. Tá hvølparnir eru umleið 4 vikur gamlir mugu teir heilsa uppá børn (ikki takast upp og klemmast, bert hyggja at).
4. Tá hvølparnir eru umleið 8 vikur gamlir mugu teir hava fólkakontakt, og fyri at leggja tað góða í hvølpin, mást tú hava samband við hann, hann skal koma uppá títt fyrsta pift, tú skalt snakka við hann, klemma hann, vísa honum kærleika og uppmerksomheit.
5. Hvølparnir skulu hava reint hoyggj at liggja á. Har skal vera turt og fjálgt.
6. Um hvølparnir passa seg sjálvan, um ongin tekur sær av teimum, vaksa teir upp sum villdýr, gerast lúnskir og óútrokniligir og mugu skjótast, tí teir hvørki kunnu brúkast til arbeiðshundar ella til kelidjór. Ein slíkan hund skoytir ongin um.
Um tú vilt vita meira, finnur tú nógvar bøkur um hundahald og hundauppaling.
Góða eydnu.
|