Banner

Tíðindabræv

Lat pening

Hjálp okkum at hjálpa djórunum allur stuðul er kærkomin :)
Donate:
  Monthly Monthly
Currency
Amount
Banner
Tey skuldu skamma seg
Friday, 03 December 2010 18:46

Grein eftir Áka Bertholdsen, This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it - Sosialurin

DJÓRAPÍNSLA: Tey dømi, vit hava sæð um djórapínslu í Føroyum í seinastuni, eru á markinum til tað sadistiska og tað er heilt óskilligt, heldur Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum

- Hasi fólkini skuldu skamma seg!
Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum, er ikki í iva um, hvat hann skal halda um tey ótespuligu dømini, vit hava sæð í Føroyum í seinastuni um djórapínslu.
Mitt í lembing læt ein bóndi í Suðuroy eitt lamb ganga á trimum beinum eftir at tað var yvirkoyrt og hevði meiðslað annað frambeinið so illa, at hann bara skar tað heilt av.
Og nú um viskuskiftið hevur onkur verið inni á eina trøð í Porkeri og skorið høvdið av einum lambi.
- Djórapínsla av hesum slagnum er á markinum til tað sadistiska, staðfestir næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum.

Óskiljandi
Hann sigur, at so grov djórapínsla er tíverri ikki nakað eindømi, tó at tað ikki kemur oftani fyri.
Tað, sum órógvar hann mest, er, at djórapínsla av hesum slagnum er framd við fríum vilja.
- Hetta er djórapínsla, har djór aktivt verða pínd við fríum vilja og tað er óskiljandi, leggur hann afturat.
Hann sigur, at vanligastu dømini um djórapínsla er annars óbeinleiðis djórapínsla, ella passiv djórapínsla, har djór eru fyri píning av tí at fólk ikki vita betri ella av tí at tey halda, at soleiðis eigur tað at vera.
- Tað hava eisini verið dømi, har djór eru pínd við vilja, men tað plagdi sum oftast vera óvitar, sum ikki hava vitað, hvat teir hava gjørt, tá ið teir hava bundið okkurt í halan á eini kettu ella okkurt líknandi.
Men næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum heldur, at haðani frá og so til at skera likamslutir og høvd av djórum er eitt langt lop, tí tey dømini, vit hava sæð í seinastu, eru ráari djórapínsla, enn vit tíbetur eru von við.

Les eisini greinina: Høpisleyst at seta havnarfólk upp ímóti bygdarfólki.

Sosialurin.fo - Hósdagur 8. juli 2010 - kl. 15:08

Tað er óskiljandi, at fólk fáa seg til at pína djór við fríum vilja, heldur Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum, sum eisini er djóravinur og her situr saman við sínum risastóra Sankta Bernhardshundi, ið ber navni Tuffi